- Vit ætla ikki at gera Jákupi Danielsen órætt.
Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur at nevndin hevur onki havt við uppsøgnina av Jákupi Danielsen at gera.
Tí fær hann heldur ikki gjørt nakra viðmerking til málið.
Men hann sigur, at uppgávan hjá honum verður nú at fáa greiði á um Jákup Danielsen eigur at halda fram í nevndini, ella ikki, nú hann er farin úr starvi.
Tann spurningurin er ikki avgjørdur enn.
Tað er ein spurningur, sum vit royna at fáa fulla greiði á, tí endamálið er avgjørt ikki at gera Jákupi Danielsen órætt í hesum føri.
- Hinvegin hevur tað stóran týdning, at málið verður avgreitt, tí endin kann vera, at kanska er onkur annar limur í Starvsmannafelagnum á Føroya Tele, sum hevur rætt til nevndarsessin.
Hóast nevndin í Føroya Tele onki hevði við uppsøgnina at gera, var tað nevndin, sum skrivaði undir ætlanarskrivið um uppsøgnina.
- Stjórin í Føroya Tele varð sagdur upp og tí var ongin at skriva undir, uttan nevndin, vegna leiðsluna í Føroya Tele.
Hann staðfestir, at leiðslan metti, at uppsøgnin varð lóglig, tí orsøkin var, at marknaðardeildin og søludepilin vórðu løgd saman og so skuldi felags leiðsla finnast.
- Eg veit ikki, hvør kann taka eina endaliga støðu í málinum uttan dómstólarnar, tí í síðsta enda eru tað bara dómstólarnar, sum kunnu skera ígjøgnum.
Sjálvur sigur Hákun Steingrímsson at hann hevði ikki havt trupulleikar at roynt málið í rættinum fyri at fáa eina endaliga niðurstøðu, sum allir partar kundu lært av til eina aðru ferð.
Les eisini greinarnar ”Kom sum ein bumba” og “Uppsøgnin kannast til botns”.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá stjóranum á Føroya Tele, Kristiani Davidsen.










