Eftir ætlan skuldi donsku fótbóltsmeistararnir, AAB, spælt dyst ímóti føroyska A-landsliðnum í kvøld, tá ið Tórsvøllur verður tikin í nýtslu. Nú er tó óvist, hvussu verður við hesum dysti, tí at tað er so greytasvart í Vágum, at tað eru lítlar møguleikar fyri, at nakað flogfar sleppur at lenda.
Arbeiða við øðrum møguleikum
Um donsku meistararnir ikki fáa komið til landi, so merkir hetta tó ikki, at eingin dystur verður á Tórsvølli í kvøld. Arbeitt verður við øðrum møguleikum, og sum Sosialurin skilur, so gongur ein av hesum møguleikum út uppá, at dystur verður ímillum eitt lið mannað við teimum mongu útlendingunum, sum spæla í Føroyum, og so føroyska landsliðið.
Um hetta ikki ber til, so eru aðrir møguleikar eisini til staðar, so at tey sum hava ognað sær atgongumerki, sleppa undir øllum umstøðum at síggja ein dyst á Tórsvølli í kvøld.