Óvist hvat hendan kemur at kosta

FSF vil ikki avvísa, at fjepparin hjá Ronaldo fær møguligu bótina sendandi.

Tað kom heldur óvart á, at ið ein ungur maður rann inn á vøllin undir dystinum millum Føroyar og Portugal mánadagin. 

 

 

Eins og hundraðtals aðrir føroyingar ynskti hesin eitt selfie við Ronaldo, men valdi eitt heldur óvanligt tíðspunkt at spyrja eftir tí. 

 

 

Sosialurin í dag hevur tosað við mannin, sum sigur seg einki angra. Samstundis sigur innsatsleiðarin hjá løgregluni, at vaktarhaldið hjá Tórsvølli og FSF eiga bóltin, og at løgreglan bert er á staðnum fyri at hjálpa til.

 

 

Sæð við eygunum hjá løgregluni, so er tað sum so einki ólógligt í at renna inn á vøllin. Innsatsleiðarin hjá løgregluni, Heri Andreassen, sigur við Sosialin, at teir høvdu ein friðarligan dag á Tórsvølli, tí teir høvdu bert eina hending, har ein persónur varð førdur út, sum ikki kundi uppføra seg ordiligt. 

 

 

Men hóast einki politimál kemur burturúr selfie hendingini, so er enn óvist, hvat víðari fer at henda í málinum. Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF sigur við Sosialin, at hendingin er nevnd í rapportini, sum fyrrakvøldið varð send til FIFA. 

 

 

Tað verður nú aganevndin hjá FIFA, sum fer at taka støðu til, um nakað víðari skal henda í málinum 

 

 

- Í fyrstu atløgu vil tað altíð vera vit, sum rinda, um talan verður um bót, tí vit eru fyriskipararnir av dystinum. Tað hevur altíð okkara høgu raðfesting, at slíkt ikki hendir, sigur aðalskrivarin, sum ikki vil vísa aftur, at ein møgulig bót verður framsend til tann, ið var orsøkin til hana - í hesum førinum tann, sum rann inn á vøllin .

 

 

Virgar Hvidbro væntar, at FIFA kemur við einum svari innan ein mánað. 

 

 

Les nógv meira í Sosialinum í dag.