Óvist hvør stendur í mál hjá EB/Streymi í kvøld

Rene Tórgarð og Jákup Andrias Hansen eru báðir ivasamir til dystin í kvøld móti KÍ. Tað ljóðar, at EB/Streymur hevur í sinni at leiga Hans Jørgensen frá HB.

 

EB/Streymur hevur knívin á barkanum undan dystinum í kvøld móti KÍ. Teir eru undir niðurflytingarstrikuni, meðan KÍ kann vinna seg upp á fyrsta plássið við einum sigri.

 

Tað er framvegis óvist hvør stendur í mál hjá EB/Streymi í kvøld. Rene Tórgarð og Jákup Andrias Hansen eru báðir ivasamir vegna skaða.

 

- Vit fara fyrst og fremst at brúka okkara egnu málverjar. Vit møtast klokkan 14.30 í dag og tá hyggja vit eftir okkara spælarum. Vit arbeiða við eini neyðætlan, men nú hyggja vit fyrst upp á okkara egnu, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi.

 

Tað hevur ljóðað, at EB/Streymur hevur roynt at leigað Hans Jørgensen, sum situr á bonkinum hjá HB. Rúni Nolsøe vil onga viðmerking gera til tað, fyrr enn liðið er samlað, og Rene og Jákup Andrias eru testaðir.

 

Dysturin millum KÍ og EB/Streym verður klokkan 17.30 í kvøld í Klaksvík. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.