Óvist hvør byrjar inni hjá Svøríki

Tann sáttligi og siðiligi svenski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck heldur kortini tætt inn at sær. Svenskir fjølmiðlar gita dúgliga hvørjir 11 fara at byrja inni hjá Svøríki, men tað verður ikki fyrr enn seinni í dag, at Lagerbäck fer at avdúka byrjunnaruppstillingina hjá Svenska liðnum. Lagerbäck hevur tikið persónliga avgerð um hvørjir byrja inni, men hann vil halda svenska fótbóltsalmenninginum á pínubeinkinum til tað síðsta. -Um einki óvæntað hendir undir venjing, so havi eg teir fyrstu 11 klárar á pappírinum. Nógv veldst um hvørjum formi spælarnir eru í, og ein má eisini meta tað í mun til styrkirnar hjá tí grikska liðnum. Men høvuðssøkin er hvussu vit vilja spæla sjálvir, og hvat vit halda er týdningarmest at fremja á vøllinum. Fyri at taka eitt dømi, so eru grikkar sera sterkir í luftspælinum, og við deyðbóltsstøður. Tað er eisini ein lutur, ein má hava í huga, tá ein velur hvørjir 11 skulu byrja inni á liðnum. Sigur Lars Lagerbäck við Expressen.