Víst er munur á – vit hava framt nógvar ábøtur

Tað sigur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

 

Hon svarar aftur upp á kritikkin hjá Annlis Bjarkhamar, sum vit kundu lesa á in.fo hósdagin. Hon fanst harðliga at sitandi samgongu, sum hon segði ikki vera petti frægari enn borgarliga samgongan, sum sat frammanundan.

 

Les eisini: Annlis Bjarkhamar er vónbrotin

 

Kristianna Winther Poulsen góðtekur ikki boðskapin hjá Annlis Bjarkhamar um, at sitandi samgonga, møguliga saman við embætisverkinum, hevur svikið børn í fátækraváða, og at hvørki politikarar ella embætisverkið hava nakra ábyrgdarkenslu.

 

Eingi miðvís stig eru tikin, og ongar ætlanir eru lagdar fyri, hvussu vit basa fátækradøminum, skrivar Bjarkhamar. Hetta er snøgt sagt ikki rætt, tí fleiri ábøtur eru gjørdar, sum høvdu verið óhugsandi undir eini høgrasinnaðari samgongu, skrivar Kristianna Winther Poulsen og heldur fram:

 

»Skattalættin til lág- og miðallønt merkir, at ein persónur við lágari inntøku fær á leið 600 krónur fleiri at liva fyri um mánaðin.

 

Familjuískoyti er veitt útivið 300 familjum. Tey allarflestu, sum fáa hetta ískoyti, eru støk foreldur. Hevur ein støk mamma við lágari inntøku tvey børn, fær hon við familjuískoytinum 18.000 kr. fyri fyrsta barnið og 5.000 kr. fyri annað barnið. Hetta merkir, at hon fær 23 túsund skattafríar krónur fleiri at liva fyri um árið.

 

Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur hækkar komandi ár. Og í fleiri kommunum er tað nú munandi bíligari at hava børn í barnagarði, tó at hetta er eitt øki, sum kommunurnar sjálvar umsita.

 

Kringvarpsgjaldið vendir nú rættari, tí at tað er tengt at vaksnum persónum í einum húsarhaldi. Hetta merkir, at har ein vaksin er í húsarhaldinum, kostar kringvarpsgjaldið helvtina av tí, sum tað higartil hevur kostað. Ein broyting, ið ger mun, í øllum førum hjá undirritaðu, hóast eg eri langt frá at vera í fátækraváða.«

 

TRÝST HER fyri at lesa viðmerkingina hjá Kristiannu Winther Poulsen