Óvissan valdar til mánadagin

Síðan blámusoppur varð staðfestur í Barnagarðurin á Teigum á Sandi, hava børnini verið ansað í Dagrøkt. Arbeitt verður við at fáa fyribilshøli til mánadagin, men til tað er komið á pláss, valdar óvissa hjá foreldrum og starvsfólkum

Mikudagin fekk Barnagarðurin á Teigum á Sandi svar frá fyritøkuni HMP Consult um, at blámusoppur var staðfestur í einum rúmi í kjallaranum.

Henda kanningin varð umbiðin eftir at starvsfólkini høvdu varnast ringan lukt, fuktmerki og sjúk børn, har foreldur høvdu gjørt vart við at børnini hava verið meira sjúk, tá tey hava verið í barnagarði, enn tá tey eru heima.

Blámusoppurin er staðfestur í einum kjallararrúmi, har barnavognar vanliga standa.

Sum støðan er nú kannar Arbeiðseftirlitið húsini, til tess at fáa staðfest hvussu umfatandi blámusoppurin er í húsunum.

Húsini, har barnagarðurin á Teigum húsast, eru eini eldri hús, ið eru keypt til barnagarðin og inrættað til barnagarðsbrúk.


Framtíðin óviss

Síðan blámusoppurin varð endaliga staðfestur, hava eingi børn verið í barnagarðinum. Upprunaliga sá út til at tey noyddust inn í soppafongda barnagarðin aftur í gjár, men ein nýggj støða varð síðan tikin, har vøggustovubørnini hava verið í dagrøkt inntil hølistrupulleikarnir eru fyribils loystir.

Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands Kommunu, segði í gjár við Kringvarpið, at børnini eru í dagrøkt til hølistrupulleikarnir eru loystir, og at tað skuldu teir vónandi verða mánadagin.

Inntil tá er valdar óvissa hjá foreldrunum at teimum 52 børnunum í barnagarðinum á Teigum á Sandi, og hjá teimum 13 fólkunum, ið starvast har dagliga.