Óvissa um tunnilin til Dals

– Spurningurin er um tey fáa tunnil um fýra ár ella um átta ár

Enn er óvist, nær arbeiðið at gera tunnil til Dals verður liðugt. Nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni, varð Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður í samferðslumálum, spurdur, hvat hann ætlar at gera við tunnilin til Dals.

Hetta er ein tunnil, sum tunlasjakkið hjá Landsverki skal gera, men undandarna samgonga setti bara níggju milliónir av til endamálið. Landsverk hevur boðað frá, at verður hetta lagið, fer tað at taka átta, níggju ár at gera tunnilin.

Men fær tunlasjakkið hjá Landsverki 20 milliónir at arbeiða við, kann tunnilin takast í brúk um fýra ár.

Í Løgtinginum í gjár vildi Jørgen Niclasen ikki siga nakað um, hvussu nógv verður sett av til tunnilin næsta ár. Men hann sigur, at hann kann í hvussu so er lova, at tað verður ikki minni enn tær níggju milliónirnar, sum eru settar av í ár.

Hann sigur, at samgongan er í ferð við at leggja eina langtíðarætlan á samferðsluøkinum, og vónandi verður hon liðug í september.

Men tað verður ein politisk viðgerð, sum vit skulu finna semju um, og á teirri langtíðarætlanini verður eisini ein upphædd sett av til tunnilin til Dals, segði Jørgen Nicalsen.