Óvissa um útlendingarnar

Fyrrapartin í gjár vóru loyvini hjá nýggja pólverjanum í Gøtu og síðsta brasiliumanninum á Toftum ikki komin í rættlag

GÍ-B68


Fótbóltsspælararnir og venjararnir arbeiða á vøllinum, og leiðslurnar hava sítt at hugsa um. Bæði á Toftum og í Gøtu vóru loyvi til útlendskar spælarar ikki komin upp á pláss, tá ið vit frættu í gjár.
                      Í Gøtu er tað nýggi álopsspælarin, Adam Pauluszek, sum tað verður bíðað eftir. Hann hevur vant saman við GÍ, og tað verður mett, at hann væl kann brúkast, men um viðurskiftini ikki komu upp á pláss í gjár, so fór leikluturin hjá honum at vera tann sami, sum hann var í Fuglafirði. Tá var hann millum áskoðararnar.
                      Allir teir somu spælararnir hjá GÍ eru tøkir, sum vóru við til at vinna í Fuglafirði. Inntil hóskvøldið hildu teir, at Poul Ennigarð var leikbannaður. Men skilagóði verjuspælarin visti, at dómarin hevði skrivað skeivgt á dómaraseðilin. Tað var ikki Poul, men Áslakur R. Petersen, sum sá gult í Fuglafirði, og hann hevði betri ráð til gula kortið enn liðformaðurin, sum er á markinum til leikbann.
                      Krzystof Popczynski hevur ikki vant síðani túrin til Fuglafirðar. Teir rokna kortini við, at hann verður førur fyri at spæla í morgin.
                      Á Toftum vóru loyvini hjá síðsta brasiliumanninum ikki komin upp á pláss í gjár. Sammett v ið týskvøldið verður Fabricio við í Gøtu.
                      Tað kolm illa við, tá ið brasiliumaðurin Anderson síðstu løtuna undir venjing hóskvøldið fekk ein løst. Tað var hann, sum skoraði upp á brotsspark ímóti KÍ. Í gjár vistu teir á Toftum ikki, hvussu meinur skaðin var.
                      Frammanundan er skaðalistin langur. Jákup Eli Olsen er farin at renna, eftir at hann leingi hevur verið vøddaskaddur, Eyðstein Skipanes hevur framvegis trupulleikar við fótliðnum, og teir báðir løgreglumenninir, Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen, eru eisini burtur, tí teir eru skaddir.
                      GÍ vann 2-0 á Svangaskarði fyrr í summar. Í fjøre var málleyst í Gøtu. Í 2002 og í 2001 vann GÍ 2-1. Seinast B68 fekk alt við sær út um Gøtueið var í 2000. Tá vunnu teir 2-1.