Óvissa um serlækna í Suðuroy

Tað er óvist, hvussu verður við framtíðini hjá Jóan Petur Davidsen, yvirlækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum eisini sæst á myndini.

Hann er serlækni í urologi, men í Sosialinum mánadagin staðfesti hann, at samstundis, sum hann hevur ov lítið at gera, brúka bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið pengar upp á at fáa serlæknar í urologi uttanlands til Føroya at arbeiða.

Hann helt, at verður hann ístaðin gagnnýttur til fulnar, eru nógvir pengar at spara hjá Heilsuverkinum

Og í Løgtinginum í morgun vildi Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, hvussu tað ber til, at ein serlækni í urologi er á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hevur ov lítið at gera, samstundis sum heilsuverkið keypir serlæknar í urologi uttanlands.

Svarið frá Karsten Hansen gav onga greiða ábending um nakra broyting við tað fyrsta.

Hann sigur, at skjøtil er settur á at gera eina nýskipan í heilsuverkinum og í tí sambandi skal støða eisini takast til, hvussu sergreinarnar skulu skipast í Heilsuverkinum.

Karsten Hansen vísir á, at tað eru kommunulæknar og sjúkrahús, sum vísa til serlæknar.

- Hevur læknin í Suðuroy ov lítið at gera, er tað tí, at kommunulæknarnir ikki vísa sjúklingum til hansara.

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at tað ber heldur ikki til at arbeiða fram eftir fummum, tí ongin veit, hvussu leingi urologurin verður verandi í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

- Tað ber ikki til at byggja sergreinar á teimum ymsu sjúkrahúsunum rundan um einstaklingar og tí er neyðugt at gera eina heildarloysn, har endalig støða verður tikin til, hvørji sjúkrahús skulu gera hvat.

Hinvegin ásannar landsstýrismaðurin, at serlæknin í Suðuroy, Jóan Petur Davidsen, er urologur og spurningurin er, hvussu tað ber til at gagnnýta hann til fulnar.

Floksfelagin hjá landsstýrismanninum, Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum eisini er kommunulækni, vísir á, at tað, sum umræður, er at gagnnýta tilfeingið, vit hava, til fulnar.

Og í hesum sambandi staðfestir hann, at urologi stendur fremst á listanum yvir tær tænastur, har tað ber til at spara við at brúka ta serfrøði, vit hava í landinum, heldur enn at brúka pengar upp á at fáa læknar uttanlands.

- Vit hava ein framúr dugnaligan urolog, sum er tann fremsti á økinum og hann arbeiðir á einum fínum sjúkrahúsi, sigur hann.

- Tað er ongin umbering fyri at blaka pengar av landinum, tá ið tað kann gerast í Føroyum, sigur hann.