Nú er óvist, hvussu verður við stórfingna Projekt Salt á Drelnesi.
Orsøkin er, at lítil og eingin áhugi er fyri at gera arbeiðið.
Arbeiðið at gera salthúsið til mentanarhús, varð boðið út, men tá ið tilboðini vórðu latin upp 7. februar, vístu tað seg, at tey vóru alt ov dýr.
TG Verk hevði lægsta tilboðið á 62 milliónir og tá tá var ikki alt tikið við.
Tað var ov nógv, tí tilsamans eru bara 58 milliónir at arbeiða við.
Avleiðingin var, at lisitatónin varð annulerað.
Síðani varð varð nakað skarvað burtur verkætlanini fyri at fáa hana bíligari , áðrenn hon varð boðin út av boðið út av nýggjum.
Men tá ið tilboðini vórðu latin upp mánadagin, var greitt, at tað hevur ikki gingið sum ætlað.
Tað vísti seg nevniliga, at ongi tilboð komu inn upp á tey stóru arbeiðini, sum eru alt timburarbeiðið innan og uttan.
Tað komu heldur eingi tilboð inn upp á betongarbeiðið, kloakkarbeiðið, stálarbeiðið og lendisarbeiðið.
Einastu tilboð, sum komu inn vóru upp á tey smærru arbeiðini, men eisini har var ógvuliga avmarkaður áhugi at bjóða.
Eitt tilboð kom inn upp á múraraarbeiðið. Tað var frá Roest á Tvøroyri, sum kann gera arbeiðið fyri stívliga 1,2 millión.
Tvey tilboð komu inn upp á málaraarbeiðið. Har var Martin í Nesi lægstur, hann kann mála ætlaða mentanarhúsið fyri 665,120 krónur. Anskar Hansen hevði hitt tilboðið, men tað var bara 348.000 krónur hægri.
Trý tilboð komu inn upp á el-arbeiðið, har var El-Service lægst við stívliga 3,6 milliónum, LM Electric bjóðaði sær til at gera tað fyri fyri góðar 4,2 milliónir og EL-FO kundi gera tað fyri góðar 4,4 milliónir.
Tvey tilboð komu inn upp á HVS arbeiðið. Har var Reno Vent lægst við einum tilboði á góðar 2,4 milliónir og Tangavirkið kundi gera tað fyri góðar 2,8 milliónir.
Hinvegin hevði Tangavirkið lægsta tilboðið upp á ventilatiónsarbeiðið, tað var upp á góða 1,7 millión og Reno-Vent var eitt sindur hægri, ella á sløkum 1,9 millión.
Og loksins komu tvey tilboð inn upp á CTS atomatikkin, har hevði Klima-fo lægsta tilboðið upp á eina slaka hálva millión, men LM Electric bjóðaði sær til at gera tað fyri góða 1,1 millión.
Sostatt komu tilboð bara inn upp á arbeiðið fyri góðar 10 milliónir, ella minni enn ein fimting av tí, verkætlanin kostar tilsamans.










