Óvissa um Kewell

Harry Kewell skal komandi kappingarár spæla í turkiskum fótbólti

Tað skrivar heimasíðan hjá Galatasaray. Men heimasíðan hjá Liverpool ber eina aðra søgu, sum sigur at tað als ikki er vist, at Kewell endar í Turkalandi. Tó er greitt, at avstraliumaðurin ikki heldur fram í Liverpool. 29 ára gamli avstraliumaðurin, sum seinastu fimm kappingarárini hevur spælt við Liverpool, fekk ikki longt sáttmálan við enska felagið, og heldur tískil fram í Galatasaray. Kewell er liðformaður á avstralska landsliðnum, og hevur spælt 138 dystir fyri Liverpool og gjørdi 16 mál.