Óvissa um kaðalin um Nólsoyarfjørð

Ein partur av kaðalinu, sum Christian í Grótinum dróg við sær úr Nólsoyrafirði og norður á Fuglafjørð, liggur nú á goymsluni hjá SEV í Skálafirði.

 

Ein partur av kaðalinu, sum Christian í Grótinum dróg við sær úr Nólsoyrafirði og norður á Fuglafjørð, liggur nú á goymsluni hjá SEV í Skálafirði. Enn hevur SEV ikki kannað, hvussu stendur til við tí sum liggur eftir av kaðalinum í Nólsoyarfirði, men teir rokna við, at hann er illa farin. Kaðalin er nógv strektur, áðren tað slitnaði. Christian í Grótinum var so óheppin, tá teir sigldu heim av svartkjaftaleiðunum vestan fyri Írland, at annað ankarið hekk niðri. Teir varnaðust einki, og tá teir komu á grunt í Nólsoyarfirði, tók ankarið í botn og dróg kaðalin við sær. Christian í Grótinum var fulllastaður og við teimum 7000 hestunum í maskinrúminum merktist einki á skipinum, sjálvt um tungi kaðalin hekk uppi í skipinum.

Nólsoyingar fáa nú streym frá einum motorverki í oynni.