Óvissa í Barcelona: Messi ivasamur

Tað kom illa við hjá Barcelona, at Lionel Messi mátti skaddur av vøllinum í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League móti David Beckham, Zlatan Ibrahimovic og PSG. Hann er nú ivasamur til returdystin á Camp Nou í Barcelona.

 

- Eg verið klárur aftur skjótt. Tíbetur er skaðin ikki so álvarsligur, sigur Lionel Messi á Facebook síðuni hjá sær.

 

Lionel Messi legði Barcelona á odda í dystinum móti PSG, men mátti lata seg útskifta við skaða í knænum í hálvleikinum. Í fyrstani varð roknað við, at argentinski bóltsnillingurin fór at verða úti í tíggju dagar og harvið ikki verða tøkur til returdystin móti PSG.

 

Barcelona hevur í tíðindaskrivi boða frá, at Lionel Messi ikki verður við móti Mallorca um vikuskiftið, men at hann er ivasamur til returdystin móti PSG.

 

Hinvegin verður Javier Mascherano ikki við. Hann gjørdist somuleiðis skaddur í dystinum og verður úti í áleið seks vikur.