Óviss byrjan

Tað er ikki heilt greitt, hvør veru­liga byrjanin til hoppi­dilluna er. Í Canada hava tey í eina tíð havt sonevnt Winth­er Challenge, har fólk bjóða hvørjum øðrum av í at leypa í ísakalt vatn.
Á okkara leiðum ert tó fleiri, sum meta, at hetta held­ur stavar frá nek­nomi­na­tion, sum við rúkandi ferð ferðaðist kring heimin. Her var avbjóðingin at drekka eina øl, og gjørdu tey nom­i­ner­aðu ikki tað sama innan 24 tímar, skyldaðu tey ein kas­sa av øl.
Í mars mánaði al­manna­gjørdi Cult, ið framleiðir orku­drykkir, at tey leitaðu eftir góðu orkuni hjá ungum døn­u­m.
Í hesum sambandi mælti Cult ungum fólki til at hoppa í kaldan sjógv við einari Cult-dós í hondini, meðan tey skuldu rópa »góð orka vinnur al­tíð«. Hetta skuldi sjálvandi tak­ast upp, og restin er søga.
Tó tóku ungu fólkini ikki Cult-tilnevningina til sín. Hin­vegin eru fleiri hundrað fólk farin útí kaldan sjógv uttan eina Cult-dós um pásk­ir­nar, men heldur við eini av­bjóð­ing um bio-billett.. Sum støðan er nú, er tað ikki líkt til, at hvørki danir ella føroyingar hava hug at steðga við hesum nýmótans ketu­brævi í løtuni.
-MáR