Visjónin er eitt nýmótans bókasavn

Bókasavnið við Løkin skal verða eitt bókasavn til nútíðar brúkaran við nútímans hentleikum. Tað er visjónin hjá leiðaranum.

Tað fer ikki at røkka at hava eitt bókasavn, sum bara hevur bøkur á hillum. Nútíðin krevur nútímans hentleikar.

 

Svend Højgaard, leiðari fyri bókasavnið við Løkin hevur, sum visjón, at bókasavnið við Løkin skal hava ein nógv breiðari brúkaraskara, samstundis, sum hildið verður fast við núverandi brúkaraskaran. Góðu royndirnar við fjarlestri í samstarvi við Fróðskaparsetrið skulu mennast. Fólk skulu kunnu savnast til verkætlanir, og smærri mentanarlig tiltøk, og bókasavnið skal eisini spæla ein leiklut á hásumri, og verða tøkt fyri einum vónandi øktum tali av ferðafólki.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Svend Højgaard í sendingini úr Runavíkar Kommunu, sum var á Rás2 seinnapartin.