Løgmansskrivstovan skipar fyri Visjónstorgi um vælferð í næstu viku. Mánadagin 19. februar fer Visjónstorgið saman við áhugapørtum á almanna- og heilsuøkinum at viðgera strategipappíri fyri vælferð, sum í løtuni er til hoyringar.
Løgmansskrivstovan sigur, at Visjónstorgið verður skipað við framløgu, fólk fáa høvi at gera viðmerkingar og at seta spurningar og kjakast um evnini.
Visjónstorgið um vælferð verður er á Hotell Hafnia mánadagin frá kl. 14 til 16.