Visjónstorg: Krevja málið viðvíkjandi fiskimonnum av skránni

Føroya Fiskimannafelag krevur, at málið um »stuðulsskipanir« verður tikið av dagsskránni fyri Visjónstorgið, sum verður sett kl 8:30 í morgun. Felagið heldur, at visjónsbólkarnir undir Visjón 2015 og umboð fyri Vinnuhúsið samstarva í tí dulda

Vit vilja við hesum krevja, at "studningsskipanir" verður tikið av dagsskránni fyri fundin. Vit vilja undir ongum umstøðum at luttaka í eini evt. viðgerð, og skulu vit útgreina orsøkina fyri hesum:

Í arbeiðssetninginum hjá bólkinum "samfelagsbygningur" er "ávísar studningsskipanir" ein partur av arbeiðsøkinum. Vit hava ikki fingið nakra ábending um, hvat ið kann liggja í hesum. Men í tann mun talan er um øki, sum viðvíkja áhugamálum hjá fiskimonnum, meta vit tað sum eina sjálvfylgju, at vit eru fullgyldigir partar av viðgerðini.

Kollveltandi uppskot í einari reglu seinasta arbeiðsdag undan fundinum.
Ikki fyrr enn fríggjadagin 8.september fingu vit framløguna hjá strategibólkinum. Viðvíkjandi okkara áhugamálum var framløgan soljóðandi:

Studningsskipanir

Visjón:

Tað almenna eigur at taka av studningsskipanir, ið virka avlagandi og darva framburði. Vinnulívspolitikkurin skal skapa greiðar og eins treytir fyri vinnulívið.


Mál:
1.Almennar inntøkur, ið stava frá avtøku av studningsskipanum, skulu nýtast til at lækka inntøkuskattin.
2.MVG-frítøkur til endamál, ið ávirka vinnubýtið í landinum (húsabygging og -umvæling o.s.fr.) skulu takast av.
3.Stuðul skal setast á fíggjarlóg heldur enn veitast sum frádráttir ella frítøkur.
4.Stuðulsskipanir so sum minstaløn og dagstudningur skulu takast av stigvíst.
5.Sjómannafrádrátturin skal stigvíst takast av og vera heilt burtur áðrenn 2015.
6.Rentustuðulin skal takast av stigvíst.
7.Landbúnaðarstudningurin skal takast av stigvíst.


Kollveltandi broytingar.
Her talan um tilmæli, sum vilja hava sera kollveltandi ávirkan á viðurskiftini hjá fiskimonnum. Eftir okkara tykki er talan um uppskot sum er beint í stríð við ta stóru visiónsætlanina at tryggja og útbyggja vælferðina hjá borgarunum.
Skal nakað inntriv gerast kann hetta ikki verða gjørt við bert at grunda seg á sjónarmið frá einum parti í málinum.
Tað mest inngrípandi er uppskotið um at avtaka inntøkutrygdina hjá fiskimonnum. Henda hevur verið ein avgerandi partur av trygdini hjá fiskimonnum og eisini hjá fiskiflotanum í meira enn 50 ár. Hjá fiskiflotanum hevur henda skipan gjørt, at tað yvirhøvur hevur verið møguligt at fáa støðuga manning.
Og nú verður í einari reglu í framlagda skjalinum mælt til at taka hesa skipan av, og tað finst ikki minsta vet av grundgeving. Hetta fáa vit fyrilagt seinasta arbeiðsdagin undan, at hetta skal koma til umrøðu á visjónstorginum saman við 30 øðrum málum!
Framlagda uppskotið identiskt við tað hjá Vinnuhúsinum.
Tað, sum vit tó meta sum tað mest merkisverda við hesum tilmæli hjá visjónsbólkinum er, at tað á hesum økinum er í høvuðsheitum identiskt við tilmælið hjá strategibólkinum hjá Vinnuhúsinum, sum eisini kom fram í seinastu viku.
Tað sum er felags fyri bæði tilmælini er:
1. Uppskotið um at avtaka sjómannafrádráttin
2. Uppskotið um at avtaka inntøkutrygd fiskimanna.
3. Tilmælið um, at tann hervið spardi peningur skal minka um tann generella skattastigan.
4. Í báðum førum verða studningsskipanir til arbeiðsgevarar slettis ikki tiknir uppá tunguna, hóast teir falla væl innanfyri arbeiðssetningin hjá bólkinum. Hetta er serstakliga galdandi fyri FAS-skipanina, sum er ein beinleiðis stuðul til limir í Vinnuhúsinum.

Hvat gongur fyri seg í loyndum?
Hetta samanfall millum frágreiðingarnar hjá hesum báðum strategibólkum kann ikki vera av tilvild. Her er talan um okkurt slag av samanspæli og samskifti, sum vit onnur ikki vita um.
Tað eru tveir møguleikar. Annar er, at strategibólkurin hjá visjón 2015 síðan mánadagin hevur kopierað útspælið hjá Vinnuhúsinum og nú leggur tað fram sum sítt egna. Hetta má so vera hent uttan nakra viðgerð, tí til tess hevur ikki verið nøkur tíð. Um hetta er galdandi, so sigur hetta nógv um, hvussu seriøst arbeiðið hjá visjón2015 bólkinum er.

Tað sum vit meta at vera eins sannlíkt er, at tað hevur verið eitt loypandi samskifti millum báðar strategibólkarnar, og at teir hava samskipað síni sjónarmið, sum tey nú verða kunngjørd í somu viku.
Hetta setir tann sera viðkomandi spurning, hvat tað er sum gongur fyri seg aftan leiktjøldini, og hvat samanspæl ið hevur verið millum bólkarnar.
Uttan mun til hvør frágreiðingin er, meta tað at vera sera álvarligt, at ein uttanfyristandandi áhugabólkur á hendan hátt kann ávirka niðurstøðurnar hjá einum sokallaðum serfrøðingabólki, sum skuldi verið óheftur av sersjónarmiðum uttanfyri bólkin. Í hvussu er tá talan er um slík einvís sjónarmið, sum tað her er talan um.
Her eru mál, sum serstakliga viðvíkja áhugamálini hjá fiskimonnum. Talan er um skipanir, sum er væl grundaðar og undirbygdar við tí endamálinum at geva fiskimonnum eina trygd. Tað er eingin frá visjónsbólkinum, sum hevur kontaktað okkum hvørki eftir upplýsingum ella grundgevingum í teirra viðgerð.
Tað sæst eisini í keldunum til framløguna hjá Vinnuhúsinum, at okkara sjónarmið um hesi mál hava als ikki verið við í viðgerðini.
Er visjónsbólkurin stýrdur av Vinnuhúsinum?
Hinvegin hevur strategibólkurin hjá Visjón 2015 "slúkt" sjónarmiðini hjá Vinnuhúsinum. Hetta er tískil gjørt uttan at nakra sum helst sjálvstøðuga grundgeving. Einastu grundgevingarnar sum finnast eru tær hjá Vinnuhúsinum. Teir hava kopierað sínar grundgevingarnar frá Búskaparráðnum í samband við sjómansskattin. Ein stórur partur av teimum eru skeivar og aðrar villleiðandi, sum vit áður hava víst á.
Hugburðurin hjá Vinnuhúsinum sæst annars í teirra fráboðan, at teir meta tað ikki vera nakran trupulleika, at okkara fiskiskip verða mannað við útlendskum fiskimonnum heldur enn føroyskum!
Nakað tað sama, sum er sagt um uppskotið at strika alla inntøkutrygd, kann sigast um uppskotið um at strika sjómannaskattin.
Vilja hava greiðu á hvat er hent.
Hetta merkir, at málið longu við framløguni hevur eina slíka slagsíðu, at tað slettis ikki ber til at viðgera tað á óheftum grundarlagi.

Tað er klárt, at fiskimannafelagið til eina og hvørja tíð er til reiðar sakliga at viðgera mál sum hesi. Tað er við hesum sum flestu øðrum málum, at tað kann sigast bæði fyri og ímóti. Men hetta er als ikki mál, har viðgerðin ella lýsingin av tí kann avmarkast til eina reglu, sum vit síggja í framlagda skjalinum. Men sum málið her er lagt fram, kann tað tískil ikki viðgerast.
Áðrenn nøkur sum helst viðgerð fer fram av málum viðvíkjandi fiskimonnum á visjónstorginum vilja vit hava greiðu á, hvussu tað er komið fyri, at strategibólkarnir á fleiri økjum eru komnir við identiskum niðurstøðum. Var tað bert eitt dømi um samanfall kundi tað verið av tilvild, men tá felags niðurstøðan á hesum avmarkaða øki umfatar heili 4 punktir kann tað ikki vera tilvild.
Hetta er fyrstu ferð vit vita um, at uppskot er komið fram um heilt at avtaka inntøkutrygdina hjá fiskimonnum. At tað koma tvinni uppskot um hetta í somu viku er upplagt eitt úrslit av einum samanspæli millum visjónsbólkin á økinum og hesar kreftir uttanfyri. Spurningurin í stuttum hvør bólkur ið rennur ørindi fyri hvønn.
Vit føla okkum annars sera ótryggar við tí, sum gongur fyri seg aftanfyri leiktjøldini, og hetta mál styrkir hendan ótryggleikan. Tí er neyðugt at fáa fullkomiliga greiðu á, hvat er gingið fyri í hesum máli, áðrenn vit kunnu vera við til at viðgera slík uppskot. Skulu vit luttaka í viðgerðini skal tað vera uttan, at annar parturin í málunum hevur fingið sær eitt slíkt forspring, sum her er talan um, og sum ger tað ómøguligt við eini viðgerð á jøvnum føti.
Tí krevja vit enn einaferð, at málið verður tikið av skránni í dag.
Tórshavn, 11.september 2006.