Annar faðirin at hesum uppskoti sigur nú, at politiski myndugleikin skyldar suðuroyingum eina greiða fráboðan, um hann vil vera við til at fremja málið ella ikki.
Hetta er greið og virðilig tala frá einum, ið ikki enn hevur mist allar vónir um at røkka einum máli, sum allir flokkar hava lovað at fremja.
Undir viðgerðini av uppskotinum hesuferð fekk málið annars sera góða undirtøku frá flest øllum tingmonnum.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum kendi seg kortini kallaða til at boða frá, at hetta var ikki rætta løtan at koma við hesum máli, og nú sæst so sjálvur løgmaður tíverri verja hesa andstøðu móti Suðuroynni.
Undarligt kortini, sum alt broytist.
Fyri árí síðan, tá ið CHE-samgongan var farin undir virkið sítt, avtalaði hon í samgonguskjalinum, at vakstraravtalan fyri Suðuroynna skuldi fremjast.
Tveir andstøðutingmenn, sum báðir nú sita í landsins ABC-stýri, vóru tá so forliptir í hesi avtalu, at teir løgdu uppskot fram um at fara undir hana beinanvegin, og langt áðrenn landsstýrismaðurin á økinum hevði fingið stundir at fóta sær.
Hetta var júst tann rætta, og enntá tann lagaligasta løtan, søgdu hesir báðir fyri einum ári síðan.
Nú Suðuroyarblóðið fossar í hvørji æðr í Tinganesi, nú tykist einki bera til kortini, og eingin
áhugi var fyri at flyta Suðuroyarmálið úr CHE – og yvir í ABC-skjalið yvirhøvur.
Víðari menning av serføroyskum hugskotum, sum spretta júst í Suðuroynni, so sum trollemmur, skipsskrúva, oljureinsingarskipan, serføroysk toskaaling, fyri bara at nevna nøkur teirra, høvdu ivaleyst verið upplagdir partar í eini vakstraravtalu, men nei.
Nú tykist politiski myndugleikin ræðast víðari menning av tøkniligum frambrotum, sum enntá eru komin í eygað.
Eitt tað størsta vakstrarpotentialið í føroyskum vinnulívið finna vit í Hvalba, har heldur eingin vilji sæst vera til at taka tøk til samfelagsins besta.
Flokspolitisk seráhugamál viga nú munandi tyngri á íløgusíðuni enn vinnulig framtøk, sum samfelagnum tørvar í stóran mun á inntøkusíðuni.
Vakstraravtalan er ov lítið ítøkilig, og Hvalbiarbergholið er ov ítøkiligt, sigur sami politiski myndugleiki, sum ikki orkar so mikið sum at fáa tummilin uppeftir.
Sjálvt javnbjóðis og rættvís viðger á fíggjarlógini til grótkastið á Hamranesi varð noktað hvalbingum.
Almenna skyldan og kolossala samfelagsliga gagni í at fáa útflutningin av landinum verður tíverri ikki raðfest syndarliga høgt í syðra partinum av landinum, og tíverri satsar politiski myndugleikin allar aðrar vegir enn á inntøkusíðuni, nú samgongan tíverri slepti Hvalbiarbergholinum komandi 10-15 árini.
Harmiligt er, at hóast blóðið rennur suðureftir, so renna krónurnar norðureftir.
Um vakstraravtalan fær somu lagnu sum Hvalbiarbergholið, vita vit ikki í løtuni, men tað fáa vit so upp á skrift fyrsta dagin, tá ið álitið kemur aftur úr vinnunevndini.









