Visjónin skal spískast

Røðan vísir, hvat samgongan arbeiðir við. Og støðan í samfelagnum verður somuleiðis endurspegla. Vit síggja eina ávísa optimismu í samfelagnum, sum vísir, at mann hevur skapt ein ávísan stabilitet í samfelagnum. Men Visión 2015 skal spískast, soleiðis sigur formaður sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, í viðmerking til løgmansrøðuna 2006.

Kaj Leo Johannessen hevur bæði positiv og meiri negativ orðingar viðvíkjandi røðuni. Hann fegnast yvir tey mál sum flokkurin hevur verið við til at føra ígjøgnum.
- Sambandið við Danmark er normaliserað aftur, vil eg siga. Har er eitt annað tónalag, enn tað sum var í undanfarnu samgongu. Vit arbeiða eisini við at fáa eitt betri samband við útheimin og at styrkja uttanríkissambond.
Ein nýggj pensjónsskipan skal gerast. Formaðurin ásannar, at hetta málið hevur líkasum ligið á láni og er á ein hátt dottið niður ímillum.
- Pensjónsskipanin skal í minsta lagi vera á hædd við hana í Danmark.
Á hinum bógvin heldur Kaj Leo tað vera óheppið við tí stóra hallinum á gjaldsjavnanum.
- Føroyingar læna meiri og meiri, har kann ein vandi liggja og lúra. Um nú rentustøðið hækkar nógv. So hetta er ikki nøktandi. Vit skulu hava javnvág á fíggjarlógina, hetta er ein av avbjóðingunum, sum liggur fyri framman.
Formaður Sambandsfloksins leggur í hesum sambandinum afturat, at viðvíkjandi øllum tosinum um Visjón 2015, so mugu vit ikki gloyma tíðina vit nú liva í. Eisini metir hann, at arbeiðið við visjónunum skal gerast meiri ítøkiligt.
- Samgongan hevur ikki verið nóg ítøkilig, vit mugu til at tilspíska visjónina. Visiónin skal til at spíssast til, vit mugu finna nøkur økir, sum vit velja út og leggja okkara orku á. Men afturat hesum so er avbjóðingin eisini at fáa andstøðuna við, tí í hesum arbeiðinum verða avgerðir tiknar, sum hava ávirkan langt fram í tíðina.
Viðvíkjandi yvirtøkuni av kirkjuni, so slær hann fast, at hóast talan er um yvirtøku, so rennur sambandsflokkurin ikki undan.
 So leingi talan er um eina skilagóða avgerð, í hesum førinum eina yvirtøku, so rennur flokkurin ikki undan. Vit halda okkum sjálvsagt til samgonguskjalið og arbeiða við at føra tað út í verki.
Kaj Leo Johannesen endar við einum positivum tóna og minnir á optimismuna, sum er í samfelagnum.
- Tað er gott at vera føroyingur í hesum døgum og, sum sagt, so er ein ávís optimisma at síggja.