Kaj Leo Johannesen fer í næstum at tosa við landsstýrismenn um tey mál, sum vórðu sett í visjón 2015 Síðan gamla ABC-samgongan við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni slitnaði, hevur lítið og einki verið at hoyrt til visjón 2015.
Nú tekur Kaj Leo Johannesen arbeiðið, sum tá varð gjørt, framaftur.
Á landsstýrisfundi í dag var visjón 2015 til viðgerðar, og nú fer løgmaður at hava fundir við hvørt landsstýrisfólkið sær.
- Eg fari í næstum at hava ráðleggingarfundir, sonevndar løgmansfundir, við hvørt landsstýrisfólk sær, har vit í felag viðgera støðuna og leggja ætlanir á einstøku málsøkjunum. Ætlanirnar verða gjørdar við støði í teimum átøkum, sum hava bráðfeingis tørv, samgonguskjalinum og Visjón 2015.
Endamálið er at tryggja, at yvirskipaði politikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni hongur saman, og at úrslitini ásett í samgonguskjalinum verða rokkin, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.