Bogi Eliasen,
stjórnmálafrøðingur
Ein av hornasteinunum í Visjón 2015 er kunningar- og samskiftistøkni. Í hesum liggur helst at Føroyar skal mennast til eitt vitannarsamfelag. Tað hevur í nógv ár verið borið fram at vitannarsamfelag eru framtíðin, og sum skulu avloysa ídnaðarsamfeløg. Vinnuliga er fleiri dømir um, at vit hava orku á hesum øki. Politiskt hava nakrar royndir verið, m.a. er KT-Forum og KT-Trygd undir Vinnumálaráðnum, sum stendur fyri KT hjá aðalráðunum.
Kann Føroyar?
Men kann Føroyar nakað á hesum øki? Kunnu vit nakað, sum Silicon Valley ikki kann?
Júst frambrotini við kunningar- og samskiftistøkni, saman við altjóða politiskum broytingum, elva til at Føroyar ikki neyðturviliga longur eru remote island community, men eitt sandkorn mitt á heimskortinum.
Kollveltandi
Tá eg gekk í studentaskúla (1991-94), var alnótin bert okkurt man hevði hoyrt um. Tá verkevni skuldu skrivast, vóru keldurnar avmarkaðar til okkara, í heimshøpi, lítlu bókasøvn og hjá summum víðkað við atgongd til privat tilfar hjá familju og kenningum. Nú ber til umvegis alnótina at leita næstan alt fram, sama avmarking er ikki til longur. Møguleikarnir gerast markleysir. Fjarstøða og landamørk eru ikki forðingar í sama týdningi longur. Nú er týdningarmikið at finna runt í nógvum tilfari, og ikki sum áður at klára seg við avmarkaðum tilfari.
Talgildast
Kunningar- og samskiftistøknin er ikki bert eitt samband út í heim, men eisini innanhýsis í okkara samfelagi. Vit hava her ein gyltan møguleika at innrætta samfelagið eftir tørvi og ynski, at binda landið saman soleiðis at fysiska undirstøðukervi verður stuðlað av kunningar- og samskiftistøkni. Dømir eru samskifti m.a. millum tað almenna og borgaran, millum virkir og t.d. skúlar. Í Ólavssøkurøðu síni vísti Løgmaður á, at greið mál eru sett fyri talgildari undirskrift, møguleikum at avgreiða viðurskifti við tað almenna elektroniskt, og útbreiðsluna hjá privatum við breiðbandi tey næstu árini, men annars ikki meira fyri 2015.
Fjarstøðan minni týdning
Ein broyting vit skulu venja okkum við er, at kapitalur og virkir ikki verða staðbundin uppá sama máta í framtíðini. Mørkini og fjarstøðan eru ikki somu forðingarnar, og tí ber eins væl til at sita í Føroyum og stýra vinnu á evropeiska meginlandinum, sum øvugt.
Serligar loysnir
Júst hendan tøknin og um vit hava fólk íð duga at arbeiða við henni ger, at vit kunnu snikka serligar loysnir til okkara samfelag. Annar fyrimunur vit hava, er at vit eru eitt lítið samfelag, sum skjótt kann umstillast og mennast, og at ávirkan av inntrivum er kanska lættari at síggja.
Vit eru eitt lítið samfelag, sum altíð verður noytt til at keypa vørur og tænastur aðrastaðir frá. Tí er tað ikki ein spurningur um vit bert skulu leggja okkum eftir at verða sterk á einum parti av hesum øki, tí tað skulu vit. Vit skulu fokusera og á hesum økjum leggja okkum eftir at verða millum tey alrafremstu. Vit hava fleiri sterkar fyritøkur, sum hava víst, at vit hava eginleikarnar á økinum og tí er einki at ivast í, at vit kunnu gera okkum galdandi.
Mál og viðbrekni
Spurningurin er hvussu og hvørji mál vit sum samfelag eiga at seta okkum og hvussu tað almenna og tað privata skulu samstarva á økinum? Um semja er um, at leggja seg eftir at fáa ein smidligari almennan geira við samskiftis- og kunningartøkni, og harumframt eisini at skapa fyritreytir fyri at vit fáa sterkar fyritøkur á økinum, er tað ein spurningur sum nemur við t.d. útbúgvingar, atgongdina til nøktandi alnótasamband, møguliga størri dent á fjarundirvísing og styrkja Landsbókasavnið við enn betri atgongd til altjóða tíðarit og avísir. Vit kunnu í dag, og í enn størri mun tá e-bøkur gerast meira vanligar, hava eins góða atgongd til vitan, sum stórbýarbúgvar í fyrstaheimslondum hava.
Leggja vit okkum eftir at verða eitt talgild samfelag, skulu vit eisini ansa eftir at hava fólk at menna og tillaga skipanir til okkara tørv, eins og vit mugu ansa eftir at hava fólk at tryggja og viðlíkahalda skipanir. Tí eins smart kunningar- og samskiftistøkni er, eins viðbrekin er hon.
Visjónir
Ein visjón er at fáa meira visjónir frá fakfólki á økinum, eins og eina útmelding frá politisku flokkunum, um hvussu økið skal raðfestast. Kunningar- og samskiftistøkni fyllir alt meira í gerandisdegnum og letur upp vinnuligar møguleikar. Men tað er ikki nøktandi at vit bert velja at nevna kunningar- og samskiftistøkni, tí vit síggja at grannalond okkara menna seg á hesum økjum. KT-felagið er á beinari kós við fyriskipan av KT-messum. Men greið mál fyri hvar vit skulu, bæði politisk og vinnuligt, og í samstarvi, hevði styrkt okkum
Skúlin
Skulu vit skipa fólkaskúlan soleiðis, at teldan er ein meira náttúrligur partur í frálæruni, so øll børn venja seg við talgildan gerandisdag? Skal útbúgving og gransking á hesum øki verða partur av føroysku skipanini, ella skulu vit brúka orkuna at senda fólk aðrastaðir at vinna sær hesar kunnleikar? Ella kostar tað ov nógv í lestrarstuðli? Tað er m.a. ein raðfesting sum politiska skipanin skal taka støðu til nú. Eisini møguleikarnir fyri lestrar- og granskingarsamstarvi við ES er ein postur sum skal gjaldast, men sum uttan iva lønar seg fleirfaldt.
Skype heimurin
Enn einaferð skulu vit hugsa um hvat er mál og hvat er miðil. Kunningar-og samskiftistøknin er eitt amboð. Málið kann sjálvsagt verða at styrkja seg á hesum øki, tí tað kann skapa gevandi vinnu, eins og vit ikki skulu gloyma hentleikarnar. Í einum samfelagi sum í Føroyum er t.d. Skype ein gáva, samskifti við allan heimin fyri lítlan ella ongan kostnað. Og júst Skype er dømi um markloysið. Skapt og uppbygd eftir fáum árum av tveimum ungum monnum við einari visjón. Ein svii og ein dani, sum møguliga kundu skapa hetta, tí teirra lond hava íverksetanarmentannir og skipanir, men einamest tí teir høvdu eina visjón, sum teir gjørdu til veruleika.
Hvar er vinnan og hvar er politiska skipanin? Skulu vit verða fremstir, krevur tað samstarv og at kunningar- og samskiftistøknin bert er ein partur í eini størri heild.