31 prosent av føroyingunum kenna seg sum ein part av Visjón 2015, og 12 prosent rokna við, at Føroyar verður heimsins besta land í 2015.
”Fólksins visjón…Tjóðarinnar visjón…Ein visjón, sum vit øll taka undir við…Ein leið, vit í felag velja at ganga.”
Útsagnir løgmans um Visjón 2015 hava verið stórar og vakrar. Og sambært nýggjársrøðu løgmans eru teir trettan strategibólkarnir, sum skulu orða visjónina, við at koma undir land og verða lidnir tíðliga í vár.
Samstundis eygleiðir Føroya fólk. Og meðan summi bjóða visjónini vælkomnari, skíra onnur hana fyri leys hugskot uttan innihald.
Stutt fyri jól gjørdi Fynd eina roynd at finna fram til, hvussu føroyski borgarin fyriheldur seg til Visjón 2015. Spurningar vóru m.a., um føroyskir borgarar kenna seg sum part av Visjón 2015, um føroyingar vænta, at Føroyar verða millum fremstu tjóðir i 2015, og um føroyingar hava vitjað heimasíðuna hjá Visjón 2015.
Í svarunum til allar tríggjar spurningarnar svarar ein rímiliga stórur meiriluti nei. So okkurt bendir á, at avvarðandi visjónsfólk í Tinganesi hava fingið okkurt at hugsa um. Men kortini kennir ein lítil triðingur av føroyingum seg sum part av Visjón 2015. Og sambært onkrum av teimum, sum í dagsins Sosiali viðmerkja kanningina hjá Fynd, er hetta eitt hægri tal, enn roknað kundi verað við frammanundan. Men hinvegin siga bert tólv prosent seg trúgva uppá, at Føroyar verða millum fremstu tjóðir í 2015, meðan 13 prosent hava vitjað heimasíðuna hjá Visjón 2015.
Fyri summi eru tølini nøktandi. Fyri onnur tykist fólksliga undirtøkan vera alt ov lág. Kanningin, sum Fynd gjørdi fyri jól, kann lesast niðanfyri. So kann hvør einstakur meta um.