Visit Suðuroy hevur nú fingið nýggja heimasíðu.
Tað sigur Vágs kommuna í morgun.
Sniðið á síðuni er eins og sniðið á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands, sum eisini hevur stuðlað arbeiðinum at snikka nýggju heimasíðuna til. Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna hava fíggjað nýggju heimasíðuna, skrivar Vágs kommuna.
Um heimasíðuna sigur Vágs kommuna, at tað var av týdningi at fáa eina nýggja heimasíðu, sum hóskaði til brandið hjá Visit Faroe Islands og hinum kunningarstovunum kring landið. Somuleiðis var tað eisini týdningarmikið, at heimasíðan riggaði væl til fartelefonir og teldlar.
Í løtuni er bert talan um eina heimasíðu á enskum, og hetta var tilætlað. Ætlanin var at fáa einsku síðuna avgreidda sum skjótast, soleiðis at ferðafólk kundu fáa kunning um Suðuroy, og føroyska síðan verður síðani gjørd so við og við.
– Um tað eru føroyingar, ið hava torført við at skilja enska innihaldið, ber altíð til at ringja ella skriva til skrivstovurnar hjá Visit Suðuroy, ið eru fúsar at hjálpa við einhvørjum, skrivar Vágs kommuna um nýggju heimasíðuna hjá Visit Suðuroy.