Gransking og falskunning: Alt er ikki líka rætt

Á Vísindavøkuni í ár verður ljóskastarin settur á gransking og falskunning

Oddagrein úr blaðnum Vísindavøka, sum er í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í blaðbúðunum í kvøld. Annika Sølvara, Stjóri í Granskingarráðnum, skrivar:

 

Á Vísindavøkuni í ár seta vit ljóskastaran á gransking og falskunning. Vit greiða frá, hvat falskunning er og hvussu hetta sæst aftur í samfelagnum. Vit geva dømi um falskunning og vísa á, hvussu vit øll kunnu gera okkara fyri at varnast slíka kunning og steðga at spjaða hana longri.

 

Í dagliga meldrinum av tíðindum og kunning verða fleiri søgur bornar, sum partvís eru rættar, men sum eru snaraðar ella vinklaðar so, at tær ikki geva eina rættvísandi mynd av eini støðu. Nakrar søgur verða eisini sagdar, sum als ikki hava hald í veruleikanum. Í summum førum er talan um hastverk og manglandi vitan. Í fleiri førum er talan tó um tilvitaða og beinleiðis falskunning. Hetta fer fram í loftmiðlum, í prentaðum miðlum og á sosialum miðlum.

 

Men hvat er falskunning? Ein serfrøðingabólkur hjá ES-nevndini hevur lýst falskunning soleiðis: “Øll sløg av falskari, óneyvari ella misvísandi kunning við tí fyri eyga at skapa øði í almenninginum ella við fíggjarligum vinningi fyri eyga.“ Altso verður falskunning nýtt tilvitað og við onkrum endamáli hjá sendaranum.

 

Bestu amboðini móti falskunning eru væl grundað vitan og almenn kunning. Her hevur gransking ein ovurstóran og týðandi leiklut. Gransking kann og skal leggja fram prógv fyri úrslitum og niðurstøðum. Tað skal bera til hjá øðrum granskarum, serfrøðingum og miðlum at eftirkanna úrslit.

 

##med2##

 

Líka mikið, hvussu væl gransking verður eftirkannað, er altíð ein lítil møguleiki fyri, at feilir verða gjørdir ella at onkur tilvitað roynir at snýta. Her hava vit eina røð av amboðum at eftirkanna og hava eftirlit við granskingini. Fyrst og fremst skulu granskarar lýsa sínar granskingarspurningar og hypotesur. Teir skulu lýsa arbeiðsháttin og greiða frá tilfarinum. Teir skulu vísa til undanfarna gransking á økinum. Og so skulu teir greina tilfarið og gera grundaðar niðurstøður. Alt hetta er ásett í granskingaretiskum leiðreglum.  

 

Áðrenn granskingarúrslit kunnu almannakunngerast í tíðarritum og bókum verður tey javnlíkamett – eftirkannað – av øðrum granskarum. Tá úrslit eru almannakunngjørd, verður tey aftur lisin og harvið eftirmett av øðrum granskarum. Kemur onkur fram á úrslit, sum eru ivasom, ber til at gera vart við hetta hjá ávísa tíðarritinum og eisini hjá nationalum kærumyndugleikum, sum til dømis “Udvalget for videnskabelig uredelighed” í Danmark. Slíkir myndugleikar fáa fleiri fráboðanir árliga og átala eisini, tá farið verður um mark. Hesi krøvini og amboðini gera, at vit kunnu hava álit á granskingarúrslitum, sum verða almannakunngjørd í viðurkendum tíðarritum og løgd fram á altjóða ráðstevnum.

 

Í nógvum førum verður falskunning pakkað inn í ein vísindaligan ham, sum fær tað at síggja út til at vera verulig og reiðilig gransking. Hetta hava vit sæð fleiri dømi um í sambandi við koronufarsóttina. Fólk flest hava ikki møguleika at eftirkanna, at øll gransking er røtt, hetta skulu áðurnevndu skipanir og granskarar gera fyri okkum. Hinvegin kunnu vit øll vera á varðhaldi og læra at fanga mest eyðsýndu falskunningina. 

 

Í blaðnum hava vit 10 góð ráð, sum vit øll kunnu nýta, tá vit skulu meta um rættleikan í tí, vit hoyra og síggja. Eitt av hesum er tað heilt einfalda: Brúka vit og skil. Spyr teg sjálva, um tað veruliga kann vera rætt. Ljóðar tað ótrúligt, løgið ella í andsøgn við tað, sum er vanligt? So er tað mest sannlíkt ikki rætt. Men tað kann tað kortini vera. Fyri tað um 9 av 10 siga eitt, so kann nr. 10 hava rætt. Hinvegin so eru tað mest sannlíkt tey 9, sum hava rætt. Hetta er bert fyri at vísa á, at tað ikki eru nakrar lættar loysnir ella tummilfingrareglur. Vit mugu øll hugsa okkum um, minnast til at seta nakrar grundleggjandi spurningar og eftirkanna um neyðugt.  

 

Á ársins Vísindavøku fara ein rúgva av granskarum at leggja fram sína hugsan um falskunning og fesk granskingarúrslit. Vit bjóða øllum vælkomnum til tiltøkini á ferð og í Kongshøll, ella at fylgja við á netinum.

 

Verið vælkomin á vísindavøku!

 

Annika Sølvará

Stjóri í Granskingarráðnum

 

Annika Sølvara, Stjóri í Granskingarráðnum