Samráðingarborðið við Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman við lønardeildini hinumegin stendur tómt.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, nú verkfall hjá pedagogum er lýst at byrja í morgin.
– Tey, ið hava stúrt, hava nú aftur fingið at merkja, at her er lítil vilji til virðiligar avtalur og framhaldandi eingin trygd fyri teimum, tá ið verkfall er, sigur Tóra við Keldu.
– MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, tó eigur tað at vera eitt mark fyri, hvussu langt partarnir fara, sigur hon og heldur fram:
– Enn ein innilig áheitan á partarnar: Takið støðuna í álvara. Setið tykkum aftur við samráðingarborðið og vísið dirvi at finna loysnir, so fólk, ið bera brek, fáa livað í frið og uttan verkfalsótta.