Visión 2009 samtykt

Á eykaðalfundi mánakvøldið samtykti KÍ avtaluna, sum flytir KÍ-høllina yvir í annað partafelag
Hetta var ein av grundarsteinunum undir Visión 2009, sum nevndin í felagnum legði fram í summar.
Í stuttum kann sigast, at eitt nýtt partafelag nú hevur yvirtikið KÍ-høllina og rakstur av hesari. Peningurin, sum KÍ hevur fingið í søluni, verður fyrst og fremst nýttur til at innfría skuld hjá felagnum.
Í nýggja felagnum eigur KÍ 50% av partapeninginum, og hevur felagið soleiðis framvegis ávirkan á raksturin av høllini, men nú í einum felag, sum í størri mun kann syrgja fyri viðlíkahaldi og nýíløgum. Fyrstu stigini í hesum verða tikin alt fyri eitt. Millum annað skal gólvið í høllini skiftast, eins og nýggj skiftirúm verða gjørd á loftinukm, meðan fótbólturin fær nýggj høli í kjallaranum.