Aftaná 3-0 sigurin hjá Víkingi ímóti KÍ á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu fekk Tróndur Arge orðið á Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá Víkingi, og hann prátaði eisini við liðskiparan hjá KÍ, Hjalgrím Elttør.
Sigfríður Clementsen stórfegnast um ein dyst, har Víkingur fekk næstan alt at rigga, tá teir vunnu seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Sigfríður undirstrikar, at tað er í alt ella einki dystum, at sannir vinnarar vísa sannan vinnaramentalitet. Og hann elskar slíkar dystir.
Hjalgrím Elttør heldur ikki, at 3-0 til Vìking er misvísandi úrslit, tí KÍ átti sanniliga sín lut í dystinum, ikki minst við støðuna 1-0, tá Hjalgrím sjálvur rakti stongina við einum góðum skoti.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Sigfríður S. Clementsen og Hjalgrím Elttør søgdu aftaná dystin millum Víking og KÍ, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2. Fremst hoyrist løtan, tá Víkingur fekk 3-0 málið.