Nú ber altíð til at síggja, hvussu veðrið er á Føroya hægsta fjalli, Slættaratindi. Tað hendir, nú Landsverk hevur vent einum vevmyndatóli á Gjáarskarði, so at tað vísir beint niðan á Slættaratind.
Tað hevur Landsverk gjørt, nú summar er, og vevmyndatólini hjá Landsverki ikki verða nýtt til vetrarhald.
- Hetta er eitt nógv vitjað stað um summarið, og nú kunnu fólk, ið ætla sær ein gongutúr niðan, kanna líkindini á staðnum áðrenn, sigur Landsverk.
Her á in.fo ber til at síggja vevmyndatólini kring landið og eisini tað, sum vendir ímóti Slættaratindi. Myndin er haðani og vevmyndatólini eru at finna í gráa bjálkanum ovaliga á síðuni.
|