Leygardagurin 7. juni verður rúsfríur dagur. Tað ætlar í hvussu so er Frelsunarherurin, sum skipar fyri tiltakinum.
- Endamálið er at varpa ljós á,og vísa samhuga við teimum, ið líða undir avleiðingum av rúsmisnýtslu, sigur Frelsunarherurin. - Tað er okkara áskoðan, at tað í alt ov lítlan mun, verður varpað ljós á rúsvandamál.
Tað eru ikki serliga nógv hagtøl á økinum, og tey, sum eru til taks, lýsa heilsuligar avleiðingar, men sosialu avleiðingarnar ikki eru lýstir. Endamálið hjá Frelsunarherinum er at varpa ljós á hetta økið. - Endamálið er at fáa tey, sum rúsa seg, at vísa atlit, bæði fyri maka, børnum, familju, vinum og arbeiði.
Freslunarherurin staðfestir, at børn merkja avleiðingar rúsevnanýtslu, langt áðrenn talan er um fyllskap. - Ein av fýra starvsfólkum halda, at tað verður ov nógv drukkið í samband við arbeiði og helvtin av eindags sjúkrafráveru er orsaka av rúsdrekka.
Mentanarnáttina fer Frelsunarherurin at seta tjald upp í gongugøtuna, har tey bjóða fólki ein ókeypis rúsfrían drykk og samstundis heita tey á fólk um at halda seg edrú leygardagin.
|