Vísa Matteusar evangeliið í Hoyvíkar kirkju

Mánakvøldið 14. mars kl. 19.30 verður seinna filmskvøldið á hesum sinni í Hoyvíkar kirkju. Nú verður tað filmurin, sum endurgevur Matteus evangeliið orð fyri orð.


Áðrenn filmurin verður vístur, fer Theodor Eli Dam Olsen, prestur, at siga eitt sindur um filmin og umstøðurnar uttan um filmin.


Tá filmurin varð gjørdur í 1964, undraðust nógv um, at leikstjórin, Pier Paolo Pasolini, skuldi gera ein Jesusfilm, tí hann var umstríddur og politiskt virkin.


Filmurin endurgevur sum sagt Matteusar evangeliið orð fyri orð. Eisini er talan í støðum um ein Jesus, ið er hvassorðaður og sigur, hvar skápið skal standa.


Pasolini helt ikki Miðeystur vera hóskandi leikstað, og tí er filmurin tikin upp í Italia. Men í 2004 valdi Mel Gibson júst hetta sama plássið, at taka sín Jesusfilm upp.


Filmurin fekk nógvar virðislønir og varð m.a. tilnevndur til tríggjar Oscarvirðislønir. Men tað týdningarmesta var kanska, at Pávin valdi hendan filmin at vera nummar tvey av 45 týdningarmestu filmum, ið kristin áttu at sæð.


Á hesum sinni eru tvey filmskvøld í Hoyvíkar kirkju. Seinasta mánakvøld varð filmurin “Babbetes Gæstebud” vístur. Endamálið við Kirkjubio er, at vísa filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum.