EM-undankappingardysturin á Tórsvølli millum Føroyar og Moldova verður at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini Skarv í Keypmannahavn í kvøld klokkan 18 danska tíð á trimum skermum.
Sagt verður frá Skarv, at fleiri stórar innbjóðingar eru sendar út til moldoviskar sendistovir og fjølmiðlafólk um landsdystin í dag, eins og við polska dystinum herfyri, tá yvir 20 pólskir fjepparar og starvsfólk úr teirra sendistovu úr Hellerup vitjaðu føroysku barrina á Pilestræde 43.
Hetta er fyrsti heimadystur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum verður vístur á Skarv.
Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn dystin, klokkan 17.