Í dag klokkan 16:30 verða tveir føroyskir filmar vístir í sambandi við filmsdagarnar í Norðurlandahúsinum. Teir eru Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir og Terminal, hjá Dávi Djurhuus, sum vann Geytaheiðurslønina í 2013
Í skránni fyri filmsdagarnar skriva tey soleiðis um Bye bye Blue Bird:
»Í road-movie filminum Bye bye blue bird hjá Katrin Ottarsdóttir eru bæði litríkar avbjóðingar og uppgerð við fortíðina. Forfilmur er Terminal hjá Dávi Djurhuus, sum hann fer at greiða frá.
Við eini blanding av álvara og speiskum skemti lýsir Bye bye blue bird tær báðar uppreistrarsinnaðu vinkonurnar Barbaru og Ranvá, sum eru fluttar aftur til Føroyar eftir fleiri ár í útlondum. Fólk verða bæði forvitin og argað av fremmandu attituduni hjá gentunum. Men teirra ætlanir stinga djúpari. Saman við dronginum Rúna fara tær út at koyra, og fyri framman stendur ein hendingarík ferð og ein uppreistur við fortíðina, ið tær í síni tíð flýddu frá.
Bye bye blue bird er vístur á nógvum altjóða filmsfestivalum og hevur vunnið fleiri heiðurslønir, m. a. á altjóða filmsfestivalunum í Mannheim-Heidelberg (1999) og Rotterdam (2000). Fimurin er ein føroysk-donsk framleiðsla, og høvuðsleiklutir- nar spæla Hildigunn Eyðfinsdóttir, Sigri Mitra Gaïni og Jóhan Dalsgaard.
Forfilmur verður Terminal hjá Dávi Djurhuus. Hetta er ein raffinerað og skemtilig eygleiðing av menniskaligari atferð og fordómum.«
Tiltakið varir í umleið 120 minuttir.










