Virus-teldubrøv stjala loynitøl

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein spammpostur funnin, sum kann bróta inn internetbankar. Finansráðið ávarar fólk ímóti at lata upp viðheftar fílur í ókendum teldubrøvum

Telduposturin, ið talan er um, kann stjala lyklaupplýsingarnar, sum eru grundarlag undir trygdini í internetbankum.
TV-avisen á DR1 gjørdi í gjár vart við hendan teldupostin. Finansráðið ávarar staðiliga ímóti, at brúkarar lata upp ókendar teldupostar. Teir hava kanna 17 ymisk antivirus-forrit, og einans tvey av teimum megnaðu at steðga teldupostinum.
Vandamikli telduposturin sær soleiðis út:

”Emne: Regning
Indhold: Kaere kunder!

Regning

Data er tillagt og sent med denne meddelelse.

Jeg bruger gratis antispamversion, som allerede har fjernt 227 spambreve.

Antispam er helt gratis for private brugere.

Vedhæftet: Regning.zip