Virus móti ali-bakterium

Líkt er til, at ein virus, sum er funnin á Galathea-rannsóknarferðini, kann fáa stóran týdning fyri alivinnuna. Á leiðini millum Ghana og Suðurafrika varð hesin virus millum tað, sum kom úr havinum, og fyribils tykjast eginleikarnir serstakliga áhugaverdir. Ikki minst, tí hetta virus at kalla etur nakrar bakteriur, sum ofta gera um seg í alivinnuni.