Virus-álop á Kroatia

13. juni spælir Kroatia sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum. Fyrireikingarnar hava tó pent sagt verið ræðuligar, tí ikki færri enn 8 spælarar liggja nú sjíkir. Darijo Simic, Ivica Olic, Bosko Balaban, Dado Prso, Stjepan Tomas, Anthony Seric, Joey Didulica og Darijo Srna hava allir ligið sjúkir við fepuri. Sum skilst, er tað bara hesin seinast nevndi, sum tykist heilt illa fyri, meðan hinir sjey spakuliga eru um at koma seg. Fyrsti dysturin hjá Kroatia verður móti Brasilia, so talan er á ongan hátt um nakra bleyta byrjan hjá sjúkurakta liðnum.