##med2##
20. og 21. juni skipar Eydnudeildin fyri einari serligari Virtuellari Superhetjurenning, har 90 prosent av innkomna peninginum fer til spæluhetjurnar á Landssjúkrahúsinum. 10 prosent av innkomna peninginum fer til Eydnudeildina.
Ein spælihetja er eitt starvsfólk, ið hevur til uppgávu at fáa børn, sum eru á barnadeildini at spæla og røra seg.
Hjá sjúkrarøktarfrøðingum knípir tað ofta at hava stundir til at spæla við børnini, og tí er siga tey, at tað er ein gáva, at tey hava fingið Stefanie Lausen, sum kann gera tað á ein so lættan og einfaldan hátt, sum onki hevur at gera við kanning, viðgerð ella prik.
Tað kostar 100 krónur at taka lut í Virtuellu Superhetjurenningini.