VIRTUEL
Í døgunum 25-27 februar skipar Hobsons útbúgvingarportalurin fyri eini ráðstevnu um útbúgvingar um allan heim. Møguleiki er hjá øllum at tekna seg til hesa ráðstevnu og spyrja um alt millum himmal og jørð innan útbúgvingar.
Hetta skrivar Altjóða skrivstovan á heimasíðuni ask.fo.
Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða skrivstovuni, sigur, at áhugin hjá føroyingum at lesa uttanfyri Danmark er voksin munandi.
Tað sigur seg sjálvt, at tað nógva av samskifti millum áhugaði í Føroyum og skúlar í eitt nú Onglandi og Skotlandi fer fram umvegis Internetið. Holger Arnbjerg heldur tískil, at hesin møguleikin er kærkomin fyri føroyingar.
Fleiri enn tveyhundrað skúlar eru við.
Hevur tú hug at royna, so er adressan: sites.hobsons.com/vef/
--
Mynd: Á Internetinum ber til at royna eina virtuel ráðstevnu ? virtual education fair ? um útbúgvingar.