VIRTU er best í Evropa

Nýggja súkkluliðið hjá Torkili Veyhe er tað besta av sínum slag í Evropa, og tað gevur fyrimunir.

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur eftir eina røð av góðum úrslitum júst skift frá liðnum ColoQuic-CULT til donsku kappingarneytarnar, ið eita Team VIRTU Cycling.


Team VIRTU Cycling er eitt av teimum heilt sterku liðunum. Tað hevur liðið í dag fingið prógv fyri, nú tað er styrkismett heilt uppi í toppinum.


Altjóða súkklusambandið, UCI, hevur júst kunngjørt Europa Tour-styrkislistan, og her er Team VIRTU Cycling styrkismett sum nummar 14.


Team VIRTU Cycling er eitt sokallað kontinental-lið heimahoyrandi í Danmark, og liðið kann erpa sær av at vera tað kontinental-liðið, ið er styrkismett sum tað besta í Evropa.


Tað eru sostatt einans tey meira fulltíðarkendu liðini, ið hava heitið sum prokontinental-lið, ið eru styrkismett hægri enn Torkil Veyhe og liðfelagar hansara.


Styrkismetingin verður gjørd sambært átta teimum fremstu súkklarunum á liðnum, og sum skilst á heimasíðuni hjá liðnum, so hevur Torkil Veyhe verið við til at tryggja teimum góðu styrkismetingina.


Góða styrkismetingin hjá Team VIRTU Cycling merkir, at liðið sleppur at luttaka í enn sterkari kappingum. Fyrsta kappingin verður í Spania komandi vikuskifti.