Nakað meira av virksemi hevur verið á bryggjuni í Vági hesa vikuna, enn vanligt er. Vanliga er nærum einki, men í vikuni hevur rættiliga verið lív í ? eisini á nýggja bryggjuøkinum, djúphavnini, sum annars hevur ligið nýtt, stásasiligt, stórt og oyði.
Tvey russisk skip lógu nakrar dagar fyrst í vikuni við bryggju og umskipaðu. Sambært heimasíðuni hjá Suðurrás, sudurras.fo, var talan um felagið Faroe Cold Stores, sum hevur gjørt avtalu við russar um at nýta goymslubygningarnar, sum felagið eigur á bryggjuøkinum. Johan Dahl, stjóri í felagnum, sigur við heimasíðuna, at hann vónar at hetta er byrjanin til meira og støðugt virksemi.
Suppluskip umvæltLeygardagin kom eitt supplyskip hjá einum felag, sum Johan Dahl umboðar, á Vág. Skipið hevði fingið eina rivu framman og verður nú umvælt á Vágs Skipasmiðju. Í hesnum sambandi hevur eisini manningarskifti verið og mánadagin kom tyrlan av flogvøllinum á Vág við manning.