Virksemi hjá Akstovuni einskiljast

Nú ræður um at fara í arbeiðsklæðini

Nú eigur ferð at setast á arbeiði at útveita almennar tænastur til privatar fyritøkur at røkja.

 

Tað heldur Føroya Arbeiðsgeverafelag

 

Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri borgarar, vinnu, almenna raksturin og samfelagið sum heild, heldur felagið á heimasíðu síni.

 

Eitt øki, sum felagið heldur, at tað er sjálvsagt at útveita, er virksemið hjá Akstovuni at sýna bilar.

 

Tað kann útveitast heilt, ella partvís, heldur Føroya Arbeiðarafelag.

 

- Følir tað almenna seg ikki trygt við at útveita øll bilsýn, kundu privatu verkstøðini, í fyrsta umfari, sýna bilarnar tey fyrstu fimm árini, og so kundi Akstovan sýna teir eldru bilarnar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at í Danmark er ferðslutrygdin í øllum førum ikki verri enn í Føroyum, hóast bilasýnið er útveitt til privatan veitara.

 

Í Svøríki, sum ofta verður tikið fram sum fyridømi innan ferðslutrygd, eru tað eisini í alt størri mun, privat verkstøð, sum sýna bilar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at ávíst virsemi hjá Strandferðsluni kann útveitast.

 

- Fá hugsa um, at Bygdaleiðir og siglingin upp á Mykines longu eru útveitt.  Og nú eigur at verða hugt eftir, hvørjar aðrar rutur hjá Strandferðsluni kundu hóska seg verði útveittar afturat, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

- Gera kommunur og landið meiri av útveiting, kann tað gera, at fyritøkur bera seg, sum annars akkurát høvdu haft ov lítið virksemi til at fáa ein lønandi rakstur.

 

- Hetta er serliga týdningarmikið í einum lítlum landi sum Føroyum, har tað ofta eru fáar fyritøkur í einari vinnugrein, leggur felagið afturat.

 

Felagið sigur, at verður alment og kommunalt virksemið útveitt, kann tað verða akkurát tað ískoytið, sum ger, at privatar fyritøkur á økinum, standa seg, og so fær eisini vanligi borgarin fleiri tænastutilboð.

 

So nú ræður um at fara í arbeiðsklæðini, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.