Virksemi hjá Arbeiðseftirlitinum einskiljast

Nú er ætlanin at ein partur av virkseminum hjá Arbeiðseftirlitinum skal einskiljast til privatar veitarar at røkja.

Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at Hans Pauli Strøm, tingmaður, hevði spurt hann, hvussu gongur við Arbeiðseftirlitinum, eftir at tað varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Hann spurdi um hald var í tíðindunum um, at nú var onki fólk eftir á stovninum, sum hevði førleika til at røkja tær uppgávur, sum Arbeiðseftirlitið skal røkja og sum krevja serligan fakligan førleika, eitt nú verkfrøðingar og maskinmeistarar.

Johan Dahl sigur, at tá ið Arbeiðseftirlitið varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, var tað greitt, at onkur skuldi til hús.

Tað var eisini greitt, at virksemi hjá Arbeiðseftirlitinum skuldi einskiljast.

- Tað lá eisini í kortunum, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skuldi gera avtalur við góðkend feløg og fólk at røkja neyðugar uppgávur fyri Arbeiðseftirlitið.

Hann hevur havt fundir við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, men hann er ikki kunnaður um, at nakrir trupulleikar standast av at røkja eftirlitsskyldurnar.

Hans Paula Strøm dámdi einki, at ein partur av virkseminum hjá Arbeiðseftirlitið skal ein skiljast.

Men landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja nakað skeivt í, at væl skikkaðir, privatir veitarar átaka sær ávísar uppgávur fyri Arbeiðseftirlitið.