Virksemið í Danmark er til gagns fyri føroyska viðskiftafólkið

- Eg eri sannførdur um, at vit kunnu geva føroyska marknaðinum okkurt eyka, við eisini at vera á danska marknaðinum, sigur Høgni Rasmussen stjóri í Sansum, sum hevur latið deild upp í Keypmannahavn.



Kunningarfyritøkan Sansir lat í september upp skrivstovu í Keypmannahavn. Í leigaðu hølunum á Vodroffsvej á Frederiksberg sita í løtuni stjórin <ST1:PERSONNAME gera.<BR at úr øll tey hava so enn, stórt er ikki viðskiftafólki donskum av talið hóast og starvsfólk, donsk fýra st1:PersonName$?$end$!$ Rasmussen< Rasmussen&quot;$?$end$!$Høgni ProductID='&quot;H?gni' w:st='&quot;on&quot;'>- Eg haldi, at hetta er eitt natúrligt stig fyri okkum, sigur Høgni og rættir mær eina fløsku av vatni yvirum skrivaraborið á skrivstovuni, ið hann deilir við Cathrine Lippert.
Í hølunum við síðuna av sita grafisku sniðgevarnir Thomas Altamirano og Haidi Damborg Hald, vanliga situr eisini  Mette Rasmussen har, men í dag er hon við hús vegna sjúku.
- Í Føroyum er bert ein máti at veksa sum fyritøka, tað er við at spjaða seg til ymisk virkisøki, og tað hava vit gjørt, samstundis er føroyski marknaðurin vaksin almikið. Tá vit byrjaðu í 1995 vóru vit trý fólk, í 2001 vóru vit sjey fólk, í 2004 vóru vit umleið fimtan og nú eru vit eini tretivu fólk og eru sperd við arbeiði, greiðir Høgni frá.
 
Manglaðu kvalifiseraða arbeiðsmegi
- Tað er trupult at finna nóg mikið av kvalifiseraði arbeiðsmegi í Føroyum. Tí hava vit leitað uttanlands. Vit hava longu havt fleiri danir at arbeitt fyri okkum í Føroyum, Thomas, ið situr inni við síðuna av og Mette Rasmussen, hava arbeitt í Føroyum seinasta árið. Haidi, ið situr her nú, fer í næstum til Føroyar at vera eitt hálvt ár, greiðir Høgni frá.
- Tað eru fleiri fyrimunir við, at hava eina deild í Danmark við øðrum dugnaligum starvsfólki, ið hevur aðra bakgrund enn tey, ið vit hava í Føroyum. Hetta gevur eisini føroyska starvsfólkinum íblástur, ið førir til størri kreativitet. Hetta merkja vit longu, nú fólk hevur ferðast ímillum Føroyar og Danmark. Eg eri sannførdur um, at vit kunnu geva føroyska marknaðinum okkurt eyka, við eisini at vera á danska marknaðinum.
Sansir hevur uppliva, at tað er trupult at halda útlendsku arbeiðsorkuni í Føroyum í longri tíðarskeið. Fólk leingist heim aftur og rýmir tí.
- At geva fólki møguleikan at starvast á okkara skrivstovu í Danmark er einasti møguleiki vit hava, skulu vit ikki missa starvsfólkið aftur, sigur Høgni.
 
Vilja inn á danska marknaðin
Í løtuni situr starvsfólkið í Keypmannahavn mest og ger arbeiði fyri viðskiftafólk í Føroyum, og hetta fer væntandi altíð at vera ein stórur partur av arbeiðinum á skrivstovini í Keypmannahavn. Men samstundis verður arbeitt fyri at koma inn á danska marknaðin.
<ST1:PERSONNAME og st1:PersonName$?$end$!$ Rasmussen< Rasmussen&quot;$?$end$!$Høgni ProductID='&quot;H?gni' w:st='&quot;on&quot;' <BR Danmark. í virksemi sølufremjandi við bert sum mest fáast Lippert Cathrine>- Vit sita ikki og ringja til viðskiftafólk og royna at selja teimum okkurt. Í staðin royna vit at skapa netverk, ið ger fólk varð við okkum, og hetta kann síðan føra til sølu. Tað er greitt, at tað hevði verið ov dýrt, skuldu vit farið inn á danska kunningarmarknaðin við lýsingarátøkum, so ístaðin royna vit at gera málrættaða marknaðarføring vendari móti teimum røttu fólkunum. Vit royna at skapa eitt kunningarnetverk, har vit bjóða fólki í kunningarvinnuni nakrar upplivingar, sigur Høgni. Hetta kunnu vera fakligar upplivingar men eisini av meira sosialum slag. Eitt nú bjóðaðu vit nógvum fólki á konsertina við Eivør í Tivoli.
 
Løgdu lunnar undir netverk
Fyrsta tiltakið av hesum slag var á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn dagin fyri konsertina við Eivør  í Tivoli. Tá høvdu Sansir 100 gestir til framløgu av nýggju CMS heimasíðuskipanini hjá fyritøkuni Sansir.net. Á samkomuni vóru innboðin fólk, ið starvast við kunning av ymiskum slag. Hetta vóru fólk úr netverkinum hjá donsku starvsfólkunum, vinfólk og onnur, umframt  fyritøkur við tilknýti til Føroyar og føroyingar í vinnuni, ið Sansir hevði leitað upp.
Ætlanin er, at hesi fólk, skulu leggja grund undir netverkinum hjá Sansum í Danmark, og so skulu bera tíðindini um Sansir víðari til onnur viðkomandi fólk, og hetta skal spjaða navnið hjá Sansum út til møgulig viðskiftafólk. Hetta kallast vanliga networking og er víðagitið sum sera effektivur og marknaðarføringsháttur. Høgni sigur, at um føroyingar í Danmark eru áhugaðir í at luttaka í hesum netverki, ella vilja frætta meira um virksemið hjá Sansum ella heimasíðuskipanina, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við Sansir.
Ætlanin er at skapa upplivingar fyri hesi fólk. Her hugsar <ST1:PERSONNAME at er ikki og st1:PersonName$?$end$!$ Rasmussen< Rasmussen&quot;$?$end$!$Høgni ProductID='&quot;H?gni' w:st='&quot;on&quot;' Danmark. í við tíðini.<BR koma hesi Men viðskiftafólk fáa byrjar beinanvegin fyritøkan alneyðugt, tí perspektivi, longum sera arbeiðið Hetta netverkinum. luttaka fólkinum hjá áhugavert tað ger ið annað, fyrilestrar viðkomandi um m.a.> 
Heimasíðuskipanin er ísbrótarin
Sansir í Danmark veitir allar tær somu tænasturnar, sum Sansir ger í Føroyum. Men ætlanin er at brúka heimasíðuskipanina Sansir.net, sum ísbrótara fyri at koma inn á danska marknaðin.
- Vit eru sera væl nøgd við nýggju heimasíðuskipanina. Skal eg sjálvur meta um tað, so haldi eg, at hon er meira brúkaravinarlig enn kappingarneytarnar á danska marknaðinum, sigur Høgni.
- Motivatiónin fyri at gera skipanina og fyri at royna at koma inn á danska marknaðin við henni er, at vit kunnu gera tað betur enn tað, sum er í løtuni. Um man ikki heldur tað, kann man líka so væl lata vera sigur Høgni og vísir á:
- Afturmeldingarnar, ið vit fingu á Bryggjuni vóru eisini, at hetta var ein ótrúliga brúkaravinarlig skipan. Eisini vóru fleiri, ið søgdu, at hesa skipan vildu tey hava, men enn er einki konkret komið burturúr hesum.
 
Byggir á drúgvar royndir
Nýggja CMS heimsíðuskipanin Sansir.net er bygd á gomlu heimasíðuskipanina hjá Sansum. Tey hava arbeitt í fleiri ár við at menna hesa nýggju útgávuna. Eins og í fyrru skipanini er tað brúkaravinarligheitin, ið er í hásæti. Men í nýggju skipanini hevur Sansir roynt at tikið hædd fyri teimum manglum, ið gamla skipanin hevði. Hon er bygd á tær royndir, ið Sansir hevur gjørt við nógvu heimasíðunum, ið fyritøkan hevur gjørt á føroyska marknaðinum.
- Í løtuni hava vit 10 fólk, ið starvast við heimasíðum, so hetta er stórur partur av okkara virksemi, sigur Høgni.
Sansir veitir heimasíðuskipanir, -ráðgeving og -sniðgeving til nógv ymisk virki, stovnar og felagsskapir umframt privatfólk og politikarar. Í Føroyum hevur Sansir verið sera tætt við viðskiftafólkið, og hetta hevur givið nógvar afturmeldingar, ið hava havt stóran týdning í menningini av nýggju skipanini.
 
 
Tveir stjórar
Ætlanin er, at deildin í Danmark í august komandi ár fer at telja eini 6-8 starvsfólk. Tá vera 30 fermetra hølini á Vodroffsvej eisini væntandi skift út við 180 fermetrar á Toldbodgade.
<ST1:PERSONNAME er av st1:PersonName$?$end$!$ Rasmussen< Rasmussen&quot;$?$end$!$Høgni ProductID='&quot;H?gni' w:st='&quot;on&quot;' <BR í við mest Lippert. Catrine saman deildini donsku uppbyggingini sær tekur hann har Danmark, løtuni>Hetta hevur havt við sær, at arbeiðið í Føroyum er umskipað eitt sindur, soleiðis at Lena L. Mohr nú er vorðin  javnsettur stjóri við Høgni Rasmussen. Høgni sigur tó, at uppbýtið í millum tey, ikki er so knívskorið, at hon tekur sær av Sansum í Føroyum og hann sær av Sansum í Danmark. Heldur eru tey felags um nógvar avgerðir og supplera hvør annan.
Hetta verður staðfest í nærum somu løtu. Tí telefonin ringir, og vit mugu avbróta samrøðuna, meðan Høgni tekur sær av onkrum átrokandi máli í Føroyum.