Í valskránni hjá Javnaðarflokkinum stendur m.a., at vit skulu hava nógv fleiri bústaðarmøguleikar í allari kommununi – tað merkir eisini í bygdunum, og at vit skulu fyrireika fleiri útstykkingar.
Í fyrru grein míni um virknishús/felagshús/bygdarhús, vísti eg á, hvussu stóran týdning tað hevur, at børn, ungdómar og vaksin búgva og virka í einum nærumhvørvi og bústaðarøki, har kenslan av tryggleika og trivnaði er góð.
Sum dømi um eitt vælskipað bústaðarøki, ið hevur eitt felagshús, havi eg hug at nevna býlingin Tórsbyrgi, har góð byggilist hevur skapt trivnað fyri tey, har búgva.
Tórsbyrgi er býlingur í Eysturbýnum. Har eru 36 hús í ymiskum støddum, sum eru bygd tætt saman soleiðis, at tey skapa lívd hvør fyri øðrum. Felags fríøki eru kring húsini, og hevur tað góða ávirkan á trivnaðin og felagskensluna í býlinginum. Góð parkeringsviðurskifti eru í miðøkinum.
Uttan at fara í smálutir, skal sigast, at tað var Tórshavnar kommuna, sum í síni tíð tók stig til at byggja húsini, og í 1976 fluttu tey fyrstu fólkini í hús síni. Tað tók ikki langa tíð, so búðu fólk í øllum aldri í Tórsbyrgi. Tað gjørdi, at býlingurin fekk eitt natúrligt aldursbýti. Børnini vóru mong í tali, og tí var skjótt farið undir at skipa fyri tiltøkum t.d. jóla-, nýggjárs- og føstulávintshaldi. Eisini skipaði eigarafelagið fyri nógvum øðrum tiltøkum m.a. aðalfundi og ársveitslu.
Fyri nøkrum árum síðani bar so á, at møguleiki varð at um- og útbyggja hitamiðstøðina til felagshús, at hýsa øllum tiltøkum, sum eigarafelagið og íbúgvarnir skipaðu fyri. Tað var skjótt, so varð farið í gongd. Alt arbeiðið var gjørt sjálvboðið.
Felagshúsið hevur eydnast væl, pláss er fyri 40-50 fólkum. Har eru tiltøk av mongum ymiskum slag, føðingardagar, veitslur, konfirmatiónir o.m.a.
Av tí at býlingurin í Tórsbyrgi hevur hepnast so mikið væl, og royndirnar eftir 45 árum eru somikið góðar, eigur Tórshavn kommuna skjótast gjørligt at útvega øki í bygd og í bý, har til ber at byggja býlingar líkir honum í Tórsbyrgi.
Tað hevði skapt eitt fjølbroyttari bústaðarmynstur í kommununi.
Fái eg álit frá veljarunum 10. november, verður bústaðarpolitikkur eitt málsøki, ið eg fari at leggja stóran dent á, ikki minst tá talan verður um at byggja lutaíbúðir, ungdóms-, lestrar- og eldrabústaðir.
Vit vilja hava eina kommunu fyri øll. Har øll, uttan mun til aldur og fíggjarliga orku, trívast lið um lið.
Høgni Joensen
Valevni á lista C











