Útisetar
Tey, sum hava tíggjumannafarið Tvørabátin í Danmark, liggja ikki á latu síðuni.
Ólavur á Heygum sum er undangongumaður í royndunum at gera føroyska bátin kendan uttanlands, gjørdi sítt til at fáa tíggjumannafarið Tvørabátin til Danmarkar og hann sigur, at báturin hevur verið nógv flotaður í ár.
Seinast hava tey fyrireikað stevnu á Lyngbyvatni við Damernes Roklub , sum eisini vóru á Norðurlendsku róðrar og mentanarstevnuni á Tvøroyri í fjør.
Men hann sogur, at nú eru eisini onnur donsk feløg komin uppí at rógva við kapp føroyskum bátum, eitt nú SAS Roklubben í Kastrup.
Tvørabáturin róði eisini á víkingastevnu í Frederikssund í juni mánaða.
Og tað næsta á skránni er so ársveitslan, sum verður leygarkvøldið 8. november í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Og har verður gjørt nógv burturúr: Jan Hougård, sum arbeiðir í Danmarks Radio verður borðfúti og úr Føroyum kemur Atli Dam, sum var løgmaður í mong ár, at halda røðu.
Harafturat verður eisini okkurt skemt at hoyra og síggja, umframt at nógvir ymiskir vinningar verða lutaðir burtur.
Ólavur á Heygum sigur, at Maersk Air hevur stuðlað teimum við flogferðum til og úr Føroyum frá Maersk Air,
Hann sigur, at somuleiðis verður arbeitt víðari við stóru norðurlendsku róðrar- og mentanarstevnuni í Slesvík í døgunum frá 5.-8. august komandi ár.
Tað er Ólavur á Heygum sjálvur, sum skipar fyri stevnuni saman við Birger Kuhl úr róðrarfelagnum í Slesvík
Í hesi stevnuna fara tey at brúka sama búmerki, sum Jón Einarsson gjørdi til stevnuna á Tvøroyri í fjør. Stevnan í Slesvík er samstundis 1200 ára minningardagur hjá víkingastaðnum Hedeby í Slesvík.
Næsti fundur at fyrireika stevnuna, verður sætta desember í nýggja húsinum á Bryggjuni, sum tey norðurlendsku londini fáa saman í Keypmannahavn og har fara feløg og stovnar, sum hava áhuga fyri tiltakinum at fáa fundarboð.