Vit høvdu í blaðnum í gjár samrøður við Ernst Jacobsen, stjóra á ALS, og Rodmund Nielsen, vinnulívsmann, í sambandi við eitt nýtt heildagsskeið, sum ALS hevur tikið stig til, og sum skal motivera tey ungu arbeiðsleysu.
Hetta er nýtt slag av skeiðum, sum hava til endamáls at brynja ung arbeiðsleys til eitt aktivt lív á arbeiðsmarknaðinum, og hetta eru samstundis skeið, sum hava kravda uppmøting.
Skeiðsleiðari er Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum av proffessión er sosialráðgevi, og hon hevu rdrúgvar royndir frá sínum arbeiði sum sosialráðgevi millum arbeiðsleys í Danmark.
- Eg havi arbeitt sum sosialráðgevi millum arbeiðsleys í Danmark í eini tíggju ár. Talan var tó ikki bert um ung arbeiðsleys, men eisini fólk við øðrum trupulleikum, eitt nú fólk við einari revsiattest og sálarliga veik fólk, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Tað var tí rættiliga nærliggjandi, at ALS heitti á hana um at skipa fyri hesum nýggju skeiðunum, og fyribils hevur so fyrsta skeiðið verið.
- Tað var 15. mars, og skal ein einstreingjað niðurstøða gerast, so hildu luttakararnir, at skeiðið var munandi betri og meiri læruríkt, enn tey framman undan høvdu roknað við, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Og tað, sum serliga varð væl móttikið, var hugskotið at skipa fyri virkispraktikki soleiðis, at tey ungu sleppa út í praktikk á ymsum arbeiðsplássum fyri at royna síni evnir og fyri at vita, um tey trívast í júst tí fakinum.
Neyðugt við royndum
Við á hesum heildagsskeiðinum eru ein virkisstjóri og sjónleikarar. Vit greiddu í blaðnum í gjár frá, hvør uppgávan hjá virkisstjóranum, Rodmundi Nielsen, var, nevniliga at greiða eitt sindur frá, hvussu tú fyriheldur teg fyri at fáa eitt starv, og hvussu tú varðveitir eitt starv. Eisini kom hann inn á spurningin, hvat ein virkisleiðari væntar sær av sínum starvsfólkum.
Sjónleikararnir verða nýttir til rolluspøl, serliga í sambandi við hvussu tú førir eina setanarsamrøðu, og hvussu tú ber teg at í sambandi við starvssøkjan.
- Tað finnast skeið í, hvussu tú søkir eitt starv, hvussu tú fyrihelur teg til setanarsamrøður og hvussu tú skrivar eitt CV. Men felags fyri flestu skeiðini hjá ALS er, at tað er sjálvboðið, um tú teknar teg til, og tað hevur víst seg, at sera fá ung tekna seg til tey skeiðini, ið ALS annars skipar fyri, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at tey ungu kenna seg sum ein part av arbeiðsmarknaðinum og harvið ein part av samfelagnum.
- Tað er ikki vist, at øll hava somu uppfatan av, hví tað hevur týdning av hava eitt starv. Summi halda peningurin hevur størstan týdning, onnur halda kensluna av at gera ein mun verða tað týdningarmesta, meðan uppaftur onnur halda, at sosiala samveran telur mest, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Men uttan mun til, hvat fólk annars halda hevur týdning, so er tað ómetaliga umráðandi, at tey ungu, óroyndu, sleppa at prøva seg av fyri at vita, hvar teirra hugur og hegni liggur.
Gevur møguleikar
Tí er virkispraktikk ein so góð loysn.
- Nýggja lógin fyri ALS letur eisini upp fyri hesum møguleikanum, og tað er næstan alfa og omega hjá teimum ungu, at fáa hendan møguleikan. Tú kanst siga, at loysunarorðini eru útbúgving, virkispraktikk og individuel ráðgeving, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Tá talan er um virkispraktikk verður ofta ført fram, at fakfeløgini neyvan fara at góðtaka hesa skipanina, men har er Bergtóra ikki samd.
- Um talan er um størv, sum framman undan ikki eru nominerað, so dugi eg als ikki at síggja, at fakfeløgini skulu hava nakað ímóti tí. Ein slík skipan kann jú eisini koma limunum hjá fakfeløgunum tilgóða, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Virkispraktikkur kann hinvegin hjálpa teimum ungu at stýra inn á ta lívsleið, ið fyri tey er hin júst rætta. Og tað er eitt av endamálunum hjá nýggju skeiðunum, sum ALS skipar fyri.
- Í løtuni eftirmeta vit fyrsta skeiðið, og tað verður gjørt í samráð við tey, sum luttóku. Men tað er longu greitt, at trý slík skeið verða aftrat í vár, tvey í apríl og eitt í mai. Og hetta verður góður møguleiki at bryjna tey ungu til arbeiðsmarknaðin, tí tað er greitt, at verandi kreppa ikki fer at halda fram í allar øvir, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.