Virkisleiðarar ákærdir sum brotsmenn

- Tað er eingin meining í at leggja eina heila vinnu undir illgruna, tí Arbeiðseftirlitið nú fer at røkja ein part av sínum arbeiðsøki, heldur Vinnuhúsið.

Kjak um trygd

Í tíðindaskrivi fyrr í hesum mánaðinum, gjørdi Arbeiðseftirlitið vart við, at stovnurin fer undir at kanna persónligu trygdina á øllum fiskavirkjum í Føroyum. Í skrivinum legði stovnurin dent á, hvørji møgulig lógarbrot kunnu fara fram á hesum øki, og hvør revsingin er. Arbeiðseftirlitið helt, at farið verður heldur tilvildarliga um persónligu trygdina á nógvum fiskavirkjum, og at enda hótti stovnurin við fúta og rætti.
Úttalilsini hjá Arbeiðseftirlitinum hava fingið ilt í Vinnuhúsið, sum á heimasíðuni nú ger sínar viðmerkingar.
- Sjálvandi er tað rætt, at Arbeiðseftirlitið ger sítt arbeiði og kannar hesi viðurskifti á virkjunum. Tað hevur eingin nakað ímóti. Er okkurt ikki í lagi, eigur tað sjálvandi at átalast og viðgerast sum lóg og reglur fyriskriva.
Vinnuhúsið heldur tað tó vera hugstoytt, at ein almennur stovnur, longu áðrenn kanningarnar eru gjørdar, illgitir um, hvussu farið verður um persónligu trygdina sum heild á virkjunum - og hóttir við fúta og dómara.
- Tað er galdandi fyri okkum øll í øllum viðurskiftum (eisini fyri
Arbeiðseftirlitið), at halda vit ikki lógina, fáa vit fúta og dómara uppá nakkan. Einki nýtt er í tí. Tað mátti tí verið óneyðugt við slíkum hóttanum ? at leggja eina heila vinnu undir illgruna, tí Arbeiðseftirlitið nú fer at røkja ein part av sínum arbeiðsøki.
Vinnuhúsið heldur, at nevnda tíðindaskriv sum heild var so negativt, at allir virkisleiðarar á fiskavirkjunum kring landið yvirfyri almenninginum mundu føla seg um ákærdar brotsmenn.
- Tað eru nógv fiskavirkir og virkisleiðarar, sum hava gjørt eitt
stórt og positivt arbeiði seinastu árini fyri at betra um persónligu trygdina á virkjunum. Tað kann væl verða, at okkurt virkið krevur ábøtur, men fiskavirkini eru sum heild avgjørt ikki verri fyri á hesum øki enn so nógv onnur virkir í Føroyum.
Vinnuhúsið ásannar kortini, at trygdin á virkjunum altíð kann betrast og vísir á, at framhaldandi verður arbeitt við hesum, nevniliga at bøta um persónligu trygdina.
- Vit mugu bara vóna, at eisini Arbeiðseftirlitið í framtíðini
verður hepnari til tess at motivera virkisleiðslur, sum longu hava gjørt stór framstig á hesum øki - fyri áhaldandi at arbeiða fram móti hesum felags máli, sigur Vinnuhúsið.