Virkisfótbóltur leygardagin

Innandurakappingar í fótbólti fyri virki er eitt afturvendandi tiltak í hallum kring landið, og nú leygardagin verður aftur skipað fyri einari av hesum slagnum. Kappingin verður í Høllini á Hálsi í Havn, og tað er ungdómsdeildin hjá B36, ið skipar fyri hesari kappingini.

Hvørt lið skal hava fimm leikarar á vøllinum, meðan loyv er til at hava ein útskiftara. Í mesta lagi ein leikari á liðnum kann hava leikt í Formula-, 1., 2. ella 3. deild.

 

Lesast kann um luttøkugjald o.a. á heimasíðuni hjá fyriskiparanum, www.b36.fo.