Virkisføri aftur í hásæti

CHE samgongan setti sær ikki bara fyri at fremja høg politisk mál. Samgonguskjalið innihelt eisini orðingar um breiðar semjur á tingi, og enntá var orðið tjóðarsemjur nógv brúkt. Sum øllum kunnugt komu hvørki politikkurin ella tær breiðu semjurnar veruliga á breddan orsakað av innanhýsis órógvi og ósemjum.

Tað er ein sannroynd í politikki, at skal nakað fáast á skaftið, so nyttar ikki føra ein alt ella onki politik. Hetta hevur merkt føroyskan politik ov nógv, ikki minst hesar seinastu mánaðirnar. Tvørturímóti, so má ein í politikki allatíðina royna at finna loysnir, og fær ein ikki alt í senn, so má ein taka tað, sum ein fær semju um, og arbeiða víðari fyri at koma longur fram á mál. Í politikki er tað so, at mál skulu sodnast, og tekur tað ofta langa tíð. Hetta krevur tol og treiskni, og tað má ein politiskur flokkur, ið ynskir ávirkan, brynja seg við.

Nú ABC samgongan er við at verða komin undir land, skal tað vera mín vón, at tað eydnast at endurskapa virkisføri í politiska arbeiðinum, tað skylda vit Føroya fólki.