Virkismenning
Í samband við at Menningarstovan fyrireikar eina handilsferð til Estland í november 2005, verður skipað fyri kunnandi fundi um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu víðka um sítt altjóða virksemi við m.a. at stovna virki í Baltisku londunum ella at fáa sær samstarvsfelagar í hesum øki.
Ib Sönnerstad og Jørgen Meier Sørensen frá Nopef greiða frá, hvussu Nopef ráðgevur og stuðlar norðurlendskum (eisini føroyskum) fyritøkum, tá virksemi skal takast upp í Baltisku londunum.
Nopef er fyri tað mesta partin fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordic Council of Ministers).
Eyðfinnur Jacobsen frá Faroe Law greiðir frá, hvussu Faroe Law kann ráðgeva og hjálpa við stovnan av fyritøku í Baltisku londunum.
Fundurin verður á Parnassinum á Hotel Hafnia klokkan 9